Eitt avbjóðandi ár undir Taliban-stýrinum í Afganistan

Tríggir afganar, sum fylgja við sendingunum á sjónvarpsrásunum hjá Sat7, siga frá.

Tað er nú eitt ár síðani, at afganska stjórnin misti valdið og Taliban tók ræðið í landinum. Sat7-PARS er sjónvarpsrás, sum eisini røkkur út til afgansku hyggjarnar, hevur lagt seg eftir, at opna eitt vindeyga til allar teirra dagligu avbjóðingar, samstundis sum tey tosa um teirra felags vón í Jesusi Kristi.

Sat7-stuðulstoymið, hjá júst hesum hyggjarum, setti seg nýliga í samband við tey, fyri at finna útav, hvussu hetta seinasta árið hevði ávirkað tey, og hvussu toymið kundi betra teirra sendingar fyri at møta teirra tørvi, bæði andaliga og kensluliga.

Amin sigur soleiðis: «Svongd, hungursneyð og arbeiðsloysi veksur skjótt og er við at taka lívið av fólkinum. Mong ynskja deyðan framum hetta lívið, men eg seti mína vón til Harran.

Hungursneyð og mattrot.

Baset, sum er lærari, sigur, at hungursneyðin er ræðulig. «Inntøkan røkkur ikki longur til mínar úteiðslur. Mjølið er tríggjar ferðir so dýrt, og oljan dupult so dýr nú. Í hesi menniskjaligu kreppu, liva 90 prosent av afganum undir fátækramarkinum. Høgu matvøruprísirnir saman við mistari inntøku, leiðir 20 milliónir av fólkinum út í eina bráðfeingis hungursneyð.»

Eins og hjá Baset, stríðist familjan hjá Arman eisini við at fáa mat á borðið. «Fátækradømið og fíggjarligir trupuleikar eru okkara størsta hóttan nú. Okkara hægsta ynski er at yvirliva. Vit arbeiða nógv og hart fyri at fáa mat á borðið, serliga til børn okkara, sum eru tey mest sárbaru.

LES EISINI  Sat7 raðfestir beinleiðis sendingar

Lemjandi fíggjarstøða og arbeiðsloysi.

Arman, sum arbeiddi innan løgfrøðiligu deildina, bleiv uppsagdur tá Taliban tók ræðið. ”Tann tyngsta  byrðan at bera, er kenslan av, ikki at kunna syrgja fyri mati og útbúgving til børn og familju. Eg kenni tað eyðmýkjandi og eri tunglyntur, orsaka av mínum arbeiðsloysi.

Tann einasta vón vit hava, er í Harranum, hann sum gevur okkum troyst og náði. Hetta álitið og trúgv á Guðs styrki hevur gjørt, at eg kann liva við friði í hjarta og sinnið, uttan at kenna angist og stúran.”

Orsaka av sera vánaligu fíggjarligu støðuni og arbeiðsloysinum í landinum, eru nógvir afganar flýddir til onnur lond. Tíverri hevur hetta eisini við sær vaksandi barna-arbeiði, serliga úti á landinum har mett verður, at tað eru 770.000 dreingir og 300.000 gentur, sum vera brúkt sum arbeiðsmegi.” Hjá nøkrum er neyðin so stór, at foreldur selja síni børn fyri at fáa breyð á borðið” sigur Amin.

LES EISINI  SAT7: Kvinnur í Iran tæna Gudi frá húskirkjum til fangahús.

Avmarkingar og skipanarlóggáva

Stjórnarskiftið hetta seinasta árið, hevur serliga rakt kvinnurnar meint. Tann nýggja løgskipanin hjá Taliban setur kvinnum forboð fyri at ferðast einsamallar. Lógin ásetur, at tær altíð skulu hava ein mannligan skyldmann sum fylgjara. Tá tær vísa seg alment, er álagt teimum at fjala sítt andlit og annars at ganga í tí fyriskipaða búnanum. Kvinnurnar missa síni rættindi og útbúgvingarmøguleika og harvið eisini framtíðar størv. Talið av barnabrúðrum verður helst støðugt vaksandi, nú fíggjarstøðan er so vánalig.

Kristin í Afganistan

Amin og Baset eru á einum máli um, at trygdarstøðan hjá teimum trúgvandi í landinum, er sera ørkymlandi. Hetta er eisini galdandi aðrar minnilutar í landinum. ”Sum trúgvandi eru vit úti fyri hóttanum og eru tí noydd at fjala okkum. Vit kunnu ikki vera virkin á td. Facebook, Instagram ella YouTube, har fylt verður væl við og undir strangum eftirliti av stjórnini.”

”Tað er ein dámur av hóttandi framferð, sum stýrir landinum. Hvørja løtu liva vit við møguleikanum fyri likamligum harðskapi, handtøku, eyðmýkilsi og enntá hissini avrætting uttan rættargongd.»

Hóast hesar umstøður, so er tað vón og álit á Guð, sum heldur teimum uppi og er teirra gjøgnumgangandi boðskapur.

LES EISINI  Kristi sinnalag og atburður tá líðing rakar.

«Hóast hesar umstøður, so takka vit Harranum fyri friðin hann gevur okkum í hjartað. Vit biðja altíð í Jesu navni um verju. Vón mín er í Harranum, sum ongantíð fer frá mær. Í honum er lívið, og hann gevur vón til hvørt menniskja, hvørs hjartað er uttan vón, sum kemur til hann. Vit koma við øllum okkara byrðum og leggja tær yvir til okkara almáttuga Guð.»

Hvussu kunnu vit biðja?

Vit sum eru trúgvandi eru kallaði til at arbeiða saman og at bera gleðiboðini út. At boða sannleikan sum rekur ókunnleika og myrkrið út. Í teimum røttu umstøðunum, vil eg persónliga, fegin boða allan sannleikan, um tað so er í orðum ella á skrift» sigur Arman

«Vit hava nógvar familjur her, eisini mín egna, sum øll eru trúgvandi. Vón okkara er, at Harrin vil nema hjørtuni á tí afganska fólkinum, so at friður aftur má valda í landinum, soleiðis at vit aftur kunnu byrja at byggja kirkjur og tilbiðja Harran saman við brøðrum og systrum» sigur Daanesh.

«Biðið fyri okkum»

Av trygdarávum eru øll nøvnini broytt.
Kelda Sat7 – Brot úr grein, leysliga umsett.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina