Elisabeth av Skála til Liberia í heyst at vera trúboðari

Í heyst fer danski missiónsfelagsskapurin Promissio (fyrr Dansk Ethioper Mission) í samstarvi við føroyska felagsskapin Tæn Afrika at senda Elisabeth Poulsen av Skála út sum trúboðara í Liberia. Ætlanin er, at hon skal vera partur av skúladeildini hjá Luthersku kirkjuni í Liberia, har hon skal arbeiða við at menna lærararnar við ráðgeving og skeiðum.

Meirilutin av lærarunum á teimum 28 skúlunum, sum kirkjan rekur, hevur onga formliga læraraútbúgving, og tí er stórur tørvur á meira innliti í ymiskar undirvísingarhættir og námsfrøðiliga grundan.

Elisabeth byrjar í starvi sínum fyrst í oktober, og ætlanin er at ferðast millum Føroyar og Liberia. Tað merkir tríggjar-fýra mánaðir úti og so ein mánað heima, her hon skal hava møtir og greiða frá arbeiðnum.

Fyri Tæn Afrika merkir tað, at felagsskapurin nú hevur verkætlanir í trimum londum, Suðurafrika, Etiopia og nú eisini Liberia.

Í mai prátaði Trúboðin við Elisabeth um altjóða missión í sambandi við, at Tæn Afrika, sum Elisabeth stendur á odda fyri, helt trý ára stovningardag. Prátið kann hoyrast her.

LES EISINI  Ólavur Jacobsen trúboðari í Íslandi frá ársskiftinum

Útsend til trý ymisk lond

Elisabeth er útlærd lærari og hevur fyrr arbeitt fyri Promissio/Dansk Ethioper Mission í bæði Botsvana og Etiopia, har hon hevur undirvíst børnum og vaksnum. Hon verður tann fyrsti persónurin í Promissio, sum hevur arbeitt í øllum trimum londunum, sum Promissio arbeiðir ella hevur arbeitt í.

Í juli mánaði vitjaði Elisabeth í Liberia saman við Simon Schøler Kristensen, samskiparanum hjá Promissio fyri altjóða missión, har tey hugdu at landinum og heilsaðu uppá komandi starvsfelagar hennara í skúladeildini.

Elisabeth sigur við heimasíðuna hjá Promissio, at hon kennir ikki Liberia so væl, so tað var ordiliga gott at vitja landið og møta teimum, sum hon skal arbeiða saman við. Hon gleðir seg til uppgávuna og eisini til at sleppa í gongd.

Meinigheitshúsið á Skála stendur aftanfyri

Nú Elisabeth verður send út sum trúboðari, hevur Meinigheitshúsið á Skála, har Elisabeth hevur gjørt eitt stórt arbeiði, játtað at gerast sendimeinigheit. Tað merkir, at tey standa aftanfyri og stuðla, bæði við forbøn og peningaliga.

LES EISINI  Dupultur OM aðalfundur

Sjálv útsendingin verður í Skála kirkju leygarkvøldið 21. september klokkan 19.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina