Enduliga doypt

“Trýrt tú, at Jesus er frelsarin í tínum lívið?”

“Ja”

“Trýrt tú, at eingin kemur til himmals uttan ígjøgnum Jesu blóð?”

“Ja”

“Skilir tú, at tú ert fødd í synd, og tað er bara Jesus, ið kann bjarga tær?”

“Ja”

Ein rørandi løta við tárum og bøn. Hesari løtuni hevði Bon-Hwa bíðað leingi eftir.

Norður Koreanskar kvinnur verða ofta fangaðar og seldar sum skøkjur ella giftar við fátækum monnum í Kina. Revsingin fyri at hjálpa Norður Koreanskum flóttafólki í Kina er sera hørð. Kortini ger felagsskapurin Open Doors alt fyri at hjálpa og stuðla teimum kristnu kvinnunum, ið flýggja, og teimum ið verða fangaðar.

Fyri tveimum árum síðani var Bon-Hwa fyri fyrstu ferð til eitt møti, ið Open Doors skipaði fyri. Møtið var loyniligt og ætlað Norður Koreanskum kvinnum, ið vóru flýddar úr landi sínum í vón um eitt betri lív og nú livdu ólógligt í Kina. Bon-Hwa møtti Jesusi á hesum loyniliga møtinum og bað skjótt um at verða doypt.

LES EISINI  Norðurindia: Kirkjur verða stongdar og prestar afturhildnir

Bon-Hwa varð doypt í einum av húsunum hjá Open Doors, langt burturi frá øllum. Tilstaðar vóru bert Bon-Hwa, presturin og ein leiðari í samkomuni. – Hon vildi so fegin doypast, og hon kláraði ikki at bíða, sigur presturin í Open Doors, ið doypti hana. Hann byrjaði við bøn og doypti síðani Bon-Hwa “í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans”. Í hesi lítlu stovuni stóðu trý trúgvandi fólk og søgdu trúarjáttanina. Presturin lýsti løtuna sum eina “heilaga løtu”.

Síðani Bon-Hwa bleiv doypt, hevur hon lært seg fleiri kapitlar í bíbliuni uttanat. Hon veit, at hon kann verða handtikin hvørja løtu, men hon hvílir í Jesusi.

Kelda: Opendoorsusa.org

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina