Esther vildi doyggja fyri Allah, men Jesus steðgaði henni

Esther Ahmad vildi tryggjað pápa sínum atgongd til himmalin við at drepa seg sjálva saman við ikki-muslimum. Men so lærdi hon at kenna Jesus. Esther sigur sína hugtakandi søgu í bókini “Defying Jihad” (at standa ímóti heilagum kríggi), sum er vorðin ein bestseljari, síðani hon kom út 4. juni.

”Um tú veruliga elskar Allah, vilt tú doyggja fyri hann. Deyði tín fer at geva stóra løn í himli, bæði fyri teg sjálva og familju tína. Bara deyðin kann prógva tín kærleika.”

Tað hevði Esther Ahmad lært á sínum átrúnaðarliga skúla í Pakistan, og hon sá ein stóran møguleika. Hon kundi vinna kærleika og góðkenning frá bæði Allah og pápa sínum við at doyggja sum sjálvmorðsbumbufólk. Tá lærarin bað um sjálvboðin, rætti tann einans 18 ára gamla Esther hondina upp og teknaði seg sum jihadist – fyri at drepa seg sjálva saman við nøkrum jødum ella kristnum.

Avgerðin hjá Esther um at doyggja sum jihadistur gjørdi foreldrini sera eydnusom, greiðir hon frá í eini samrøðu við The Christian Post.

Jesus steðgaði henni

Bókin “Defying Jihad” sigur sonnu og spennandi søguna um gentuna, sum vaks upp í einum víðgongdum muslimskum umhvørvi og sum bjóðaði seg til at drepa vantrúgvandi, men síðani mátti síggja deyðan í eyguni, tí hon sjálv var vorðin ein vantrúgvandi sambært islam.

Søgan er, at Esther var sannførd um, at størsta kall hennara í lívinum var at tæna Allah við at doyggja fyri hann og taka “vantrúgvandi” við sær í deyðan. Men tvær nætur, áðrenn hon skuldi fremja síðstu gerðina í lívi sínum, droymdi hon ein dreym, sum skuldi broyta lív hennara fyri alla framtíð. Í dreyminum kom ein lýsandi skepna, sum Esther gjørdist greið um, ikki var ein eingil, men Jesus Kristus sjálvur. Hann gekk gjøgnum ein kirkjugarð og rópti tey deyðu aftur til lívs, og fyri Esther lýsti hann seg sjálvan sum “Sannleikan og Vegin og Lívið”.

Tá Esther dagin eftir segði einum floksfelaga frá dreymi sínum, vísti tað seg, at floksfelagin var kristin, og hon gav Esther kristnar bøkur og bond. Dreymurin og at hon møtti einum kristnum afturat, hevði við sær, at Esther kom til trúgv á Jesus, hóast tað at fara frá islam merkir tað sama sum ein deyðadómur.

Pápi hennara royndi tó ikki at drepa hana. Ístaðin kallaði hann eina rúgvu av lærdum muslimum saman, sum alment skuldu sannføra hana um, at Koranin hevði rætt og at Bíblian fór skeiv. Um Esther vann, kundi hon kanska yvirliva. Men um teir lærdu muslimarnir vunnu, skuldi Esther avnokta nýggju trúgv sína á Kristus.

Stóð til svars fyri almenninginum

Hvønn dag í ein mánað skuldi Esther standa andlit til andlits við fólk á gøtuni fyri at verja sína nýggju trúgv og lív sítt. “Hvønn einasta dag hugsaði eg, at hetta verður mín síðsti dagur, og at eg skuldi vera í himlinum saman við Harranum,” greiðir Esther frá.

Men so galið gekk ikki. Esther býr nú í USA, har hon og maðurin John kunnu tosa um trúgv sína við bæði muslimar og kristin.

 

Kelda: Udfordringen