“Fagnaðarár” í Missouri – kirkjan rindar heilivág fyri 43 milliónir dollarar

– Jesus rindaði okkara andligu skuld; tí skulu vit rinda skuld hjá øðrum, heldur meinigheitin The Crossing í býnum Columbia í statinum Missouri. Tey hava savnað inn 430.000 dollarar til frama fyri familjur við ógoldnum heilivágsrokningum.

Prestarnir Keith Simon og Patrick Miller greiða frá, at vælgerandi felagsskapurin RIP Medical Debt faldar innsavnaða peningin við 100, og soleiðis verður samlaða upphæddin til heilivágsútreiðslur heilar 43 milliónir dollarar.

Kirkjan savnaði teir 430.000 dollararnar inn undir frámerkinum #JubileeForMissouri og #JesusPaidItAll. Tá tær raktu familjurnar fáa skuld sína goldna, fáa tær eitt bræv frá RIP Medical Debt um, at kirkjan The Crossing hevur goldið fyri tey. Í kirkjuni hava tey fingið íblástur frá siðvenjuni í Gamla testamenti at eftirgeva skuld í Ísrael hvørt 50. ár.

– Tað varð kallað fagnaðarárið (3 Mós 25). Tað var ein frælsisdagur, har skuld varð eftirgivin og trælir gjørdust frælsir. Veðsettar ognir vórðu givnar aftur. Og henda dagin vórðu allar syndirnar fyrigivnar, greiða prestarnir frá.

Teir leggja afturat, at grannalagið líðir undir bæði andligari og fíggjarligari skuld, ikki minst orsakað av ógoldnum heilivágsrokningum.

Vælgerandi felagsskapurin RIP Medical Debt, sum hevur høvuðsskrivstovu í New York, varð stovnaður í 2014.

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina