Familja slapp undan hópdrápi hjá Boko Haram

Kristin í Nigeria verða framvegis nógv forfylgd og dripin vegna sína trúgv.

“Ester” fjaldi seg í nátthúsinum hjá familjuni, meðan yvirgangsfólk frá Boko Haram róptu: “Skift trúgv ella doyggj!”. Aftaná boðrópini hoyrdust skríggj og skotríðir frá maskinbyrsum, og síðani kom deymurin av brendum kjøti og hári, meðan islamistarnir fóru gjøgnum býin.

Ester hevði givið børnum sínum boð um at fjala seg og vera kvirr, men sjálv var hon bangin fyri, at hon ikki megnaði at gera tað sama. Børnini fjaldu seg undir grasi og bløðum í kirkjugarðinum í bygdini. Ester hevði harafturímóti ikki sæð mann sín, síðani øll flýddu.

Sorgarleikur í familjuni

Ester kagaði út gjøgnum eitt hol í hurðini og helt um sín vaksandi búk, meðan hon hugsaði um, hvat lív hennara ófødda barn fór at fáa. Ja, hon visti heldur ikki, um familjan fór at yvirliva henda dagin.

Ester helt ondini, tá hon sá tveir mans við byrsum nærkast húsi hennara. Hon hevði longu sæð niðurbrendu grannahúsini og kirkjuna í bygdini. Fólk, sum ikki vórðu skotin, brendu til deyðis í húsum sínum. Teir báðir menninir kjakaðust sínámillum. Teir peikaðu á næsta húsið, fóru hagar, skutu øll húsfólkini og settu eld á húsið. Skot og ræðsluskríggj endurljóðaðu í oyrunum hjá Ester, meðan hon krøkti seg saman í nátthúsinum.

LES EISINI  Nýggjur ST-dagur at minnast tey, ið eru fyri harðskapi vegna trúgv

Endiliga varð friður. Álopsmenninir vóru burtur. Ester skundaði sær til børnini og tók tey heim við sær til húsini hjá pápa sínum. Burturfrá sá hon, at húsini framvegis stóðu har. Men húsini hjá beiggja hennara vóru brend niður. Ester bað eina stutta bøn fyri familjuni. Síðani bað hon børnini bíða uttanfyri, meðan hon fór inn í húsini hjá pápa sínum. Bróðurkona hennara lá á gólvinum, dripin av meira enn hundrað kúlum. Hendan skelkandi sjón var ov mikið fyri Ester, og hon misti sítt ófødda barn.

Forfylgingar í Nigeria

Hvønn einasta dag verða kristin dripin í londum sum Nigeria, tí tey nokta fyri at skifta trúgv til islam. Kirkjurnar verða brendar í grund, og prestarnir verða jagstraðir og dripnir.

Ester, maður hennara og børn teirra sluppu undan álopsmonnunum. Tey flýddu stað úr stað til tess at sleppa undan álopum frá Boko Haram.

Men óteljandi familjur vóru ikki so hepnar. Nógvir av grannunum og vinunum hjá Ester fjaldu seg uppi á loftinum og tordu ikki at koma framaftur. Fleiri av teimum doyðu í hungri, har tey fjaldu seg.

LES EISINI  Tríggjar grundir til, at norðurkoreansk kristin ikki siga børnum sínum um trúnna

Forfylging av kristnum í Nigeria økist skjótt, men hesi dráp verða sjáldan umrødd í fjølmiðlunum, skrivar Kelsey Campbell at enda í greini síni í WorldHelp.net.

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina