Fann frælsi ígjøgnum fyrigeving

Lívið hjá Alborz varð oyðilagt, tá 25 ára beiggi hansara varð dripin av Taliban í Afganistan. Alborz, sum var fyltur av hatri, brúkti ár uppá at hevna seg, men tað var ikki, fyrr enn hann kundi fyrigeva teimum, sum drupu beiggja hansara, at hann fekk fullkomnan lekidóm.

Henda sterka vitnisburðin lutaði Alborz við Sat-7 PARS. (Sat-7 er altjóða kristilig sjónvarpsstøð í Miðeystri og Norðurafrika, ið Kirkjuliga Heimamissiónin stuðlar, og PARS er rás teirra á persiskum máli, red.)

Alborz greiðir soleiðis frá:

– Tá Taliban fann útav, at beiggi mín var kristin, hongdu teir hann upp eftir beinunum, brutu hendur og føtur og brendu andlitið við sigarettglóðum. Teir leiddu hetta Guds barnið ígjøgnum tær ræðuligastu pínslur og drupu hann síðani.

Lívið hjá Alborz varð oyðilagt, og hann kendi seg ikki føran fyri at fyrigeva drápið. Hann var áhaldandi í eini støðu við neyð, vreiði og hevndarynski.

– Haturskenslur gjørdust mínir føstu fylgjarar, viðgongur hann. – Tann kvøl og beiskleiki, sum fyltu meg, høvdu sín prís, og skjótt stóð eg uttan vinir. Sjálvt heima við hús tosaði eg ikki vinaliga við tey, sum eg hevði rundan um meg.

Ein dagin segði pápi við meg: – Tú mást fyrigeva teimum, sum drupu son mín.

Pápar í hesum partinum av heiminum vilja annars oftast eggja til ella enntá krevja, at systkin hjá einum barni, sum verður dripið, skulu hevna hesa gerð, men pápi Alborz hevði trúð á Jesus í 30 ár.

LES EISINI  Hann spurdi, um hann kundi hálsfevna kvinnuna, sum drap beiggja hansara

Alborz vaks upp í Iran, har tað var sera torført at fáa fatur á eini bíbliu og kristnum tilfari. – Eg vaks ikki upp við røttu bíbliulæruni, sigur hann. – Tað var ikki, fyrr enn vit fluttu aftur til Afganistan, at beiggi mín, sum tá var 24 ára gamal, fann eina bíbliu, sum vit byrjaðu at lesa. Eg metti meg sjálvan vera ein kristnan, men trúgv mín var veik.

– Tá pápi mín bað meg um at fyrigeva drápið av beiggja mínum, sum var við at oyðileggja mítt egna lív, kundi eg slett ikki góðtaka tað.

Jesu orð

Í trý ár stríddist Albroz og hevði framhaldandi samrøður við pápa sín. Í hesum tíðarskeiði las hann eisini í Nýggja testamenti og varð sera ávirkaður av tí, hann las. – Jesu orð um vreiði, hevnd og fyrigeving høvdu stóra ávirkan á meg, sigur hann. – At lesa Jesu fjallatalu (Matteus 5.-7. kap.) skakaði meg. Tárini runnu, hjartað blotnaði og at enda fyrigav eg Taliban. Í somu løtu bleiv byrðan, sum eg hevði borið, tikin av mær.

– Hesi seinastu átta árini havi eg átt frið og gleði í mínum hjarta, sum Gud ígjøgnum sítt orð hevur givið mær, og eri nú førur fyri at fyrigeva.

– Bøn mín er, at Harrin nemur hjørtuni á afganum. Eisini biði eg fyri tí ótrúliga iranska fólkinum, at tey, sum eru veik í síni trúgv, eins og eg sjálvur var, verða styrkt í trúnni.

LES EISINI  Bønarvika fyri Sat-7 byrjar í dag

 

Kelda: Sat-7

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina