Fekk trúboðarakallið tá hann var í hertænastu
Hesa vikuna vitjar Johnn Hardang úr Norra aftur í Føroyum. Hann talar m.a. í KFUM & K í Klaksvík í kvøld kl. 20 og á vikuskiftismøtum í missiónshúsinum í Leirvík.
Í hesum sambandi hava vit funnið eina grein í savninum, sum Torfinn Jacobsen skrivaði út frá práti, sum hann hevði við Johnn Hardang, tá ið hann vitjaði til Stórmøtini 2015.
Orð og mynd: Torfinn Jacobsen
Johnn er føddur 25. desember 1953. Hann er vaksin upp í einum trúgvandi heimi í Notodden í Telemark. Mamman var donsk, meðan pápin var norðmaður. Pápin starvaðist sum trúboðari hjá norsku indremissón, so Johnn vaks upp í einum heimi, har Jesus og missión stóðu sera sentralt. Hann gekk í sunnudagsskúla og var við á møtum frá tí, hann var smádrongur.
Misti pápan
– Men tá ein kemur í tannárini, so koma ymsar hugsanir, og ein skal ígjøgnum eina broytingartíð. Eg gjørdist greiður yvir, at eg mátti taka eina persónliga støðu og kundi ikki blíva við at liva í skugganum av foreldrum mínum, sigur Johnn.
Tá Johnn var knapt 16 ára gamal, hendi tað syrgiliga, at pápi hansara doyði.
– Hann hevði í nøkur ár havt hjartatrupulleikar, tað vistu vit av. Men hendan novemberdagin, tá hetta hendi, kom tað sum eitt sjokk. Hann var á eini bensinstøð og keypti, var komin innaftur í bilin at sita, tá ein vinur hansara kom yvir til hann at práta við hann. Meðan teir práta, doyr hann. Ja, tað var sum at sløkkja eitt ljós, og so var hann í ævinleikanum. Hetta var sjálvandi eitt sjokk fyri okkum og stór sorg, men hetta gjørdist ein veking fyri meg, tí eg fór at hugsa. Eg visti væl, hvar pápi mín nú var farin, men hvussu hevði verið við mær, hvar hevði eg verið nú? hugsaði eg. Og eg fór at hugsa um tað, sum eg mangan hevði lisið í Jesaja 53,5.
– Eg óttaðist fyri, at eg hevði havt staðið uttanfyri himmalportið, um tað var eg, sum var deyður. Hetta vardi í nakrar vikur, men so spakuliga fór óttin burtur, og eg varð fyltur av einum friði og gjørdist greiður yvir, hvat Jesus hevði gjørt fyri meg, og síðani tá, havi eg livað í trúnni á Jesus Kristus, sigur Johnn.
Fekk tað, hann bað um
Hesa tíðina gekk Johnn á framhaldsdeildini í skúlanum, og tá hann var liðugur har, fór hann í hertænastu í eitt ár. Og tað var, meðan hann var í hertænastu, at kallið at fara í missiónstænastu gjørdist greiðari og greiðari fyri honum.
– Eg kendi, at Jesus vildi nakað við mær, og eg bað hann um eitt týðiligt tekin um tað. Í mai 1973, meðan eg var í herinum, vóru eg og nakrir aðrir eitt vikuskifti á eini kristnari legu. Seinasta kvøldið var fríur vitnisburður, og tað vóru fleiri, sum tóku orðið, eisini eg. Aftaná møtið kemur ein eldri kvinna til mín, tað var hon, sum hevði talað á møtinum og spyr, um hon kann tosa við meg undir fýra eygum. Hon segði: “Tað er ikki ofta, at eg upplivi serligar hendingar, men í kvøld var tað, sum Gud segði við meg: Hasin drongurin, sum stendur og tosar beint nú, hann hevur eitt kall at byrja sum trúboðari, men tað skal tú siga við hann, tí tað treingir hann til at hoyra”. Nú ivaðist eg ikki longur, hvat Gud vildi við mær. Eg hevði tá søkt inn á læraraskúla, men eftir hetta gjørdi eg av, at taka umsóknina aftur. Eg hevði fingið tað tekinið, sum eg hevði biðið um, sigur Johnn.
Fór í trúboðaratænastu
Í staðin fyri at fara á læraraskúla fór Johnn so á bíbliuskúlan í Staffeldtsgade í Oslo. Tá var hann 19 ára gamal.
– Eg gekk so tvey ár á bíbliuskúla. Síðani tá havi eg verið í fulltíðartænastu sum trúboðari, hóast tað hevur verið á ymsan hátt, bæði sum ferðandi trúboðari og sum útvarps- og sjónvarpstrúboðari. Eg havi altíð kent eina gleði í hesum arbeiðinum og verið nøgdur, og eg vildi ikki skift hetta arbeiðið um við nakað annað, sigur hann.
Eftir at hava virkað sum trúboðari í nøkur ár hjá norsku indremissión, fekk Johnn tilboð um at gerast læraravikarur í eitt ár á bíbliuskúlanum í Staffeldsgade, og hesum játtaði hann.
– Hóast eg fekk tilboð um at halda fram eftir hetta árið, valdi eg at fara aftur til trúboðaratænastuna og var í tí í nøkur ár. Men í 1985 fluttu vit aftur til Oslo, og eg var aftur í Staffelsgade í hálvtriðja ár.
Rektari á Bildøy
Tá varð Johnn spurdur, um hann vildi koma til Bergen á bíbliuskúlan hjá Indremission á Bildøy. Har var hann fyrst lærari í sjey ár og síðani rektari í 6½ ár.
– So eg havi tilsamans brúkt eini 20 ár av mínum lívi til at arbeiða við ungum fólki, og tað hevur dámað mær sera væl. Á Bildøy vóru ofta næmingar úr Føroyum, og seinasta árið, eg var rektari á Bildøy, høvdu vit ikki færri enn níggju føroyingar á skúlanum. Hesar dagarnar, eg havi verið í Føroyum, havi eg hitt fleiri av mínum fyrrverandi næmingum, sigur hann.
Fór at gera útvarpssendingar‘
Í 2003 byrjaði Johnn Hardang at arbeiða á lokalu útvarpsstøðini P7.
– P7 sendi kristiligar sendingar og ein teirra kallaðist “Vindu mot livet”, og varð send fimm ferðir um vikuna. Hetta er ein sending við lættari bíbliuundirvísing. Tann programmleiðarin, sum gjørdi hesa sendingina, doyði brádliga, meðan hann sat og fyrireikaði eina sending. Og har gjørdist tískil eitt starv leyst. Tveir mánaðir seinni fekk eg vitjan á rektaraskrivstovuna av tveimum monnum í stýrinum fyri P7, sum spurdu, um eg ikki hevði hug til at koma at arbeiða innan kristiligt útvarp, sigur Johnn.
Eftir at hava hugsað seg um nakrar mánaðir, byrjaði hann hjá P7, og var har í trý ár. Tá kom útvarpsstøðin í fíggjarligar trupulleikar.
– Útvarpsstøðin flutti so til Bergen, og eftir at vit høvdu fingið avgreitt alla okkara skuld, varð byrjað av nýggjum frá botninum av. Eg varð so settur til at standa fyri arbeiðinum at byggja hetta uppaftur, og tað hevur gingið væl, Gud hevur vælsignað arbeiðið, og vit eru væl fyri nú. Eg geri framvegis sendingina “Vindu mot livet” og havi eisini gjørt yvir 100 sendingar um sangir, vit kenna, teirra søgu og uppruna og so framvegis. Eg syngi og spæli eisini sjálvur og gav fyri nøkrum árum síðani út eina fløgu, sigur Johnn.
Nú eisini sjónvarp
Johnn sigur, at útvarpsstøðin P7 er fyrst og fremst programmframleiðari.
– Tað merkir, at vit samstarva við næstan 40 lokalar útvarpsstøðir kring um í landinum, so allar okkara sendingar verða tiknar niður og sendar av hesum útvarpsstøðunum, og vit røkka soleiðis næstan 70 % av norska fólkinum. Í Bergen hava vit so okkara egnu útvarpsstøð. Men vit eru fyrst og fremst framleiðarar, leggur hann dent á.
– Í 2009 byrjaðu vit so eisini við sjónvarpi. Vit hava gjørt samstarvsavtalu við aðrar um upptøkur. Upptøkurnar verða so redigeraðar og verða sendar á tveimum ymsum sjónvarpsrásum. Onnur rásin er Kanal 10, sum eg veit sæst í Føroyum. Vit senda har hvønn sunnumorgun klokkan 9.00 (føroyska tíð). So tá tú bæði sendur gjøgnum útvarp og sjónvarp, so kemur tú ógvuliga víða og røkkur út til sera nógv fólk, sigur Johnn.
Partur av TWR
P7 er ein norskur partur av Trans World Radio (TWR), ið er eitt stórt altjóða arbeiði.
– Vit stuðla útvarpsarbeiði í Grikkalandi, Norðurafrika, Miðeystri, Venesuela, Bolivia, Paraguay og Tatjikistan. Vit stuðla mest við peningi, men eisini við tekniskari hjálp. So vit eru eisini virkin í altjóða útvarpsarbeiði, sigur hann.
Johnn brúkar tveir triðingar av arbeiðstíðini á P7, og ein triðing brúkar hann til at ferðast í Norra sum trúboðari og bíbliuundirvísari. Tað ger eisini sítt til, at P7 veksur, við tað, at hann samstundis greiðir frá arbeiðinum hjá P7 og er eitt andlit úteftir hjá útvarpsstøðini. 85% av inntøkunum hjá P7 koma frá frívilligum gávum, og útvarpsstøðin hevur í løtuni eina fíggjarætlan uppá 5,5 milliónir krónur.
– Fyri at siga tað stutt: P7 vil ikki gerast so stórt sum møguligt, men vil røkka so langt sum møguligt, sigur Johnn.
Kristindómurin stendur fyri avbjóðingum
John Hardang heldur, at kristindómurin stendur fyri stórum avbjóðingum her á okkara leiðum.
– Tað sær út til at sekulariseringin ella avkristnanin gongur skjótari og skjótari. Og fyri at brúka eitt orð úr Dómarabókini: Tað vaks upp eitt ættarlið, sum hvørki kendi Harran ella teir gerningar, Harrin hevði gjørt. Tað veksur upp eitt ættarlið, sum er púra fremmant fyri bíbliu, fyri kristindómi og fyri meginreglunum í trúnni, og tað eru vit noydd til at taka atlit til, serliga tá tað snýr seg um ung fólk, men eisini vaksin fólk. Vit kunnu ikki vænta ella rokna við, at skúlar og heim veita ta kristindómsfatan, sum var grundarlagið undir vekingunum fyrr. Vit mugu hugsa øðrvísi.
– Vit síggja eisini at kirkjulívið og meinigheitslívið verður ávirkað av, at tey, sum har ganga gerast eldri og eldri. Vit klára ikki at seta nýggj við, og tað merkir, at nógv missiónshús verða stongd, ja, kanska seld ella løgd saman. Heldur ikki lokalt røkkur meinigheitin so breitt og langt út, sum hon gjørdi fyri einum ella tveimum ættarliðum síðan. Men her koma so miðlarnir inn, og tað er tað positiva, at vit kunnu røkka eini rúgvu av fólki gjøgnum útvarp og sjónvarp. Tað kemur ikki í staðin fyri meinigheitsarbeiðið, men tað kemur afturat tí. So um vit kunnu fáa eitt gott samstarv millum meinigheitsarbeiðið og miðlaarbeiðið, so sær tað kanska ikki so svart út kortini, heldur Johnn.
Við munninum sum pensli…
Johnn Hardang er giftur, konan eitur Johanne. Tey búgva í Fjell kommunu, sum liggur vestanfyri Bergen. Tey eiga fimm børn og harafturat eina fosturdóttir. Barnabørnini eru 21 í tali.
Í frítíðini dámar Johnn væl at smíða og at fiska síl. Hann hevur eisini skriva 10 bøkur og hefti, sum snúgva seg um sangir og um bíbliuundirvísing.
At enda í samrøðuni, sigur Johnn, at hann hevur eitt motto, sum er soljóðandi:
– Við munninum sum pensli og orðunum sum litir, vil eg mála eina mynd av Jesusi, so fólk síggja hann við oyrunum. – Tað er mín tænasta.