Finskur politikkari sigrar

Finskur MP’ari sigrar á øllum ákærupunktum í størri rættarmáli um  talu- og skrivifrælsi.

Limur í finska Ríkisdegnum Päivi Räsanen og biskupur Juhana Pohjola eru bæði frífunnin í øllum ákærupunktum í Tingrættinum í Helsingfors í Finlandi fyri jagstran mótvegis einum bólki av borgarum, eftir at hon gav út Rómverjabrævið 1 og gav eina samrøðu til útvarpið og legði eitt skemdarrit frá 2004 um homoseksualitet út á netið.

Finski ákærumyndugleikin avgjørdi  í 2019 at reisa ákæru móti fyrrverandi innanríkismálaráðharra, Päivi Räsänen fyri 3 niðursetandi og diskriminerandi útsøgnir.

Sambært finska statsadvokaturinum særa útsøgnir og dagføringar Päivi Räsänens rættin hjá samkyndum til líkavirði og virðileika og kann tessvegna leiða til hatur og intoleransu sambært “Vårt Land”.

Päivi Räsänens

“Eg fari ikki at umbera meg fyri Bíbliuna, og eg síggi ikki meg sjálva seka í at hótta ella særa nakran samfelagsbólk. Alt er grundað á Bíbliunnar læru um hjúnalag og seksualitet,” er hon endurgivin fyri at siga áðrenn avgerðina í farnu viku.

Løgreglan undraði seg – og lærdi um sáttargerðina

– Tilgongdin hevur verið drúgv. Nærum trý ár. Hon hevur upptikið mína tíð og somuleiðis hjá løgregluni og ákærumyndugleikanum. Men eg kann frøa meg um, at hetta hevur givið mær møguleika at peika á læru Bíbliunnar og boðskap Jesu um sáttargerð. Alt byrjaði við spurningum mínum á Twitter til finsku kirkjuna og eini mynd av 1. Kapitli í Rómverjabrævinum. Mín stúran var, at kirkjan lærdi í stríð við Bíbliunnar læru. Tí her er eisini talan um frelsu menniskjans.

Løgreglan dugdi ikki at síggja, at eg hevði gjørt meg sekan í nøkrum, men tað gjørdi ákærumyndugleikin hinvegin. Í tilgongdini undir forhoyrinum hevur løgreglan spurt meg, hvat er boðskapurin í Rómverjabrævinum og hvat er synd.

Øll menniskju hava virði

– Ákærin førdi undir rættargongdini fram eitt uppáhald um, at mítt sjónarmið var kent sum ein “doktrin” ella lærusetningur, ið takast kann saman um við “elskið syndaran – hatið syndina”. Hetta sjónarmiðið fann ákærumyndugleikin stoytandi og ódámligt fyri mannavirðið, tí gerðir menniskjans og samleiki menniskjans sambært ákærumyndugleikanum ikki kunnu skiljast frá hvør øðrum.

Hetta uppáhald taki eg upp her, tí tað sjónarmiðið stríðir móti bæði kristnu menniskjafatanini og móti sunnum skili. Gud hevur skapað øll menniskju í síni mynd, eins virðismikil, men sambært Bíbliunni eru øll menniskju syndarar – men menniskjavirðið verður ikki broytt av syndini, og í altavgerðandi hending kristindómsins, sáttargerð Jesu á krossinum, síggja vit, at Gud hataði syndina so nógv, at Jesus mátti doyggja fyri hana, MEN, at hann samstundis elskaði menniskju so høgt, at hann gav sín einasta son at doyggja fyri synd okkara.

Stórur altjóða stuðul

– Ákærin helt, at eg kundu halda tað, eg vildi, bara mátti eg ikki siga tað. Sambært mannarættindum STs hava fólk og bólkar trúarfrælsi. Nú eri eg bæði glað og lættað og vóni, at ákærumyndugleikin kann góðtaka henda úrskurð. Annars eri eg til reiðar aftur at verja trúarfrælsi, eisini um so skal vera í Mannarættindadómstóli Evropas. Altjóða áhugin hevur verið stórur. Eg havi fingið stuðulsboð frá fólki í hundrað túsundatali. Hetta er ein sera týðandi dómur fyri trúgvandi fólk, men eisini fyri talufrælsið, sigur Päivi Räsänen at enda.
Greinir úr Kristelig Dagblad og Udfordringen og europeantimes.news

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina