Forbiðjarin

“Eg eigi bróður við Guds sæti,
sum altíð fram í bøn meg ber.
Eg eigi náðiflóð so mæta,
sum himnahválvið víða fer.”

Tað er svenska skaldakvinnan, Lina Sandell, sum skrivar hesi orð í einum av sínum allar fínastu sangum. Soleiðis setir hon orð á nakað av tí, sum vit hava skrivað um: Hvat ger Jesus fyri okkum í himlinum í dag?

Lina Sandell lýsir Jesus sum forbiðjaran!
Sama ger høvundurin til Hebrearabrævið: “Tí kann hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum við honum koma til Guds, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum” (Hebr 7,25).

Hetta er eitt vakurt bíbliuorð! “Fullkomiliga” merkir: til fulnar. Heilt fram til málið. “Fullkomin frelsa” merkir sostatt, at Gud ikki bara vil fyrigeva okkum syndirnar og geva okkum barnakor hjá sær.

Hann vil eisini varðveita okkum á himmalvegnum, so vit náa tað málið, sum hann hevur sett fyri okkara lív.

Einki má kunna ríva okkum burtur frá Jesusi. Tí biður hann fyri okkum!

LES EISINI  Heilagi Andin

Eisini í sínum foldarlívi brúkti Jesus nógva tíð til forbøn. Dag og nátt var hann í bøn fyri fólkinum. Eisini í salinum, har hann helt sína kvøldmáltíð, bað hann fyri sínum lærusveinum og fyri øllum, sum síðan fóru at koma til trúgv á hann. Í Getsemane bað hann fyri Pæturi, lærusveininum, sum skuldi ígjøgnum sín størsta ósigur í lívinum. Á Golgata bað hann fyri sínum fíggindum.

Hvussu hevði tað gingist uttan Jesu forbøn? Hvussu hevði støðan verið, um Jesus ikki bað?

Í himlinum heldur Jesus fram at biðja. Uttan hansara forbøn hevði eingin okkara rokkið málinum!

Nakrir kapittlar í Gamla testamenti varpa ljós á hetta fyri okkum:

Onnur Mósebók 17 sigur frá Ísraels stríði móti amalekittum. Hesin bardagi varð ikki avgjørdur á vígvøllinum, men á einum heyggi nærindis. Her stóð Móses við upplyftum ørmum: “Tá bar so á, at hvørja ferð Móses hevði upp hendur sínar, vóru Ísraelsmenn við yvirlutan, men hvørja ferð hann læt hendurnar síga, vóru Ámalekitar við yvirlutan” (11. vers).

LES EISINI  Guds Sonur

Men Móses orkaði ikki bønarstríðið við egnari kraft. Tí komu tveir hjálparar honum til hjálpar: “Áron og Hur styðjaðu hendur hansara hvør sínumegin hann” (12. vers).

Eisini vit hava fingið tveir slíkar hjálparar.

Rómverjabrævið 8 talar bæði um Jesus (34. vers) og Heilaga Andan (26. vers), sum ganga í forbøn fyri okkum! Hvussu kundu vit havt klárað tað uttan teir?

Onnur Mósebók 28 lýsir veitslubúnan hjá Ároni, høvuðsprestinum. Hann er verdur eina kanning:

Á bróstskjøldrinum hevði hann 12 gimsteinar. Á hvønn gimsteinin var rist eitt ættarnavn. Høvuðspresturin bar fólkið á sínum hjarta.

Á akslafestið akulsins báðumegin hevði hann ein gimstein. Á hvønn teirra vóru seks nøvn rist. Høvuðspresturin bar alt fólkið við allari sínari kraft.

Á húgvuni var ein gullpláta fest við orðunum: “Halgaður Harranum”. Hetta var fyri, at Áron skuldi kunna bera tær syndir, sum hingu upp í teimum heilagu lutunum. Alt tað kundi høvuðspresturin bera!

Eisini hettar eru vakrar fyrimyndir upp á Jesu forbønartænastu!

LES EISINI  Halda fast við játtingina

 

Til umhugsanar…
Les Aðru Mósebók 17 og 28 ígjøgnum.
Lat hesar báðar kapittlarnar tala til tín um FORBIÐARAN JESUS!

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina