Forbøn
– Bøn er hondin, sum nertur hondina, sum førkar allan alheimin, er sagt. Tað er hetta, sum hendir í forbønini. Soleiðis skrivar Oddvar Søvik í bók síni “Bøn fremfor alt”.
Og í bókini “Fra bønnens verden” skrivar Ole Hallesby:
– So ofta vit nerta hansara almáts arm, streymar nakað av hansara almátti yvir okkum, í okkara sál og í okkara likam. Og ikki bara tað men gjøgnum okkum streymar hann út til onnur. Og henda kraftin er so rík og flytfør, at vit undir okkara bøn bara hava fyri neyðini at peika á teir persónar ella lutir, har vit ynskja, at kraftin skal brúkast. So stýrir hann, sum er kraftarinnar harri, ta røttu kraftina í somu løtu. Henda kraftin er nevniliga heilt óheft av tíð og frástøðu. Í somu løtu vit boyggja okkara knø og biðja fyri okkara brøðrum og systrum í Zulu, Madagaskar, Santalistan, Kina og Sudan, í somu løtu er kraftin flutt til hesi. Her er tráðleys kraftflytan, sum ber av dreymum hjá tí djarvasta uppfinnara.
Ja, vit skilja Paulus, tá ið hann skrivar: “Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum” (1 Tim 2,1).
Hví skulu vit biðja fyri øðrum?
Nógvir spurningar knýta seg at forbøn:
- Tørvar Gudi okkara forbøn?
- Broytir forbøn nakað hjá Gudi?
- Ger Gud nakað, sum hann annars ikki hevði gjørt, tí vit biðja?
Hetta eru spurningar, sum vit lata liggja. Tað er trupult at finna svar. Vit skulu kortini biðja fyri øðrum. Tí Gud sigur, at vit skulu gera tað. Eisini Jesus brúkti forbøn. Bæði í sínum jarðarlívi og í tí himmalska. Og nógvir stórir Guds menn í Bíbliuni vóru teir mest trúføstu forbiðjarar: Ábraham, Móses, Sámuel, Elia, Dánjal og Paulus. Áttu vit so ikki eisini at brúkt forbønina?
Hvørjum skulu vit biðja fyri?
Kanska eiga vit at seta tann mótsetta spurningin: – Er nakar, sum vit ikki skulu biðja fyri? – Nei, sigur Bíblian. Forbøn skal verða hildin fyri øllum menniskjum.
- Bið fyri tínum nærmastu.
- Bið fyri tíni egnu kristnu meinigheit.
- Bið fyri tíni egnu bygd og tínum grannum.
- Bið fyri kristnum trúboðarum og leiðarum.
- Bið fyri stýrisvaldinum.
- Bið um veking og fyri missiónsarbeiðnum.
At brúka forbøn er sum at kasta stein á vatnið. Ringarnir spreiða seg og røkka einum størri øki.
Nyttar at biðja?
Ja, tað nyttar! Leita fram Bíbliuna og les frásøgnina í Aðru Mósebók 17,8-16. Ísraelsfólk er í stríð við ámalekittarnar. Hesin bardagin varð ikki avgjørdur niðri á vígvøllinum, men uppi á einum heyggi, har Móses stóð við upplyftum hondum. “Tá bar so á, at hvørja ferð Móses hevði upp hendur sínar, vóru Ísraelsmenn við yvirlutan, men hvørja ferð hann læt hendurnar síga, vóru Ámalekitar við yvirlutan” (11. vers).
Tað stendur eisini um Móses, at hann møddist í hondunum. Tá komu tveir vinir hansara til hjálpar og styðjaðu hendur hansara. Sigur henda frásøgnin tær nakað um bøn?
Til umhugsanar…
Ger tær tín egna bønarlista við ítøkiligum bønarevnum fyri hvønn dag í vikuni. Brúka henda bønarlistan regluliga. Gev gætur, hvat sum byrjar at henda, bæði við tær sjálvum og teimum, sum tú biður fyri.
Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)
Hjørleif Poulsen týddi