Formaðurin hjá Indre Mission í Danmark verður fulltíðarsettur

Við einum løntum formanni vil høvuðsstýrið hjá donsku Indre Missión (IM) styrkja samrøðuna við vinirnar og at rørslan verður meira sjónlig í almenna kjakinum, sigur IM á heimasíðu síni.

1. februar fer Hans-Ole Bækgaard frá sum valmeinigheitsprestur í Aarhus Bykirke og verður burturav formaður í IM. Hetta er fyrstu ferð, at IM hevur ein formann, sum er starvssettur til uppgávuna.

“Vit vilja fyrst og fremst styrkja relatiónina hjá høvuðsstýrinum við vinirnar hjá IM”, sigur Metha Sørensen, næstformaður, sum leggur afturat, at starvssetanin eisini ger tað møguligt at styrkja røddina hjá IM í almenna rúminum: “Vit vilja fegin tosa týðiligari og sterkari um bíbilsku virðini og kristna menniskjasýnið og styrkja okkara relatiónir bæði í tí kirkjuliga og tí politiska landslagnum”.

Avgerðin kemur, nú arbeiðið við at røkja tær mongu relatiónirnar bæði innanhýsis í rørsluni og út í kirkjuliga og politiska netverkið eftirhondini illa hongur saman við at vera sjálvboðin og óløntur formaður. Harnæst vil høvuðsstýrið fegið styrkja gudfrøðiliga profilin hjá rørsluni við at geva formanninum meira tíð til boðan og undirvising.

LES EISINI  Felagsskapur og einsemi

Metha Sørensen leggur dent á, at starvssetanin ikki er ein varandi skipan, men fyribils verður í fimm ár.

Aðalskrivarin Jens Medom Madsen, sum frammanundan arbeiðir tætt saman við formanninum, gleðir seg eisini til, at formansposturin verður styrktur: “Vit eru nú á døgum við í nógv fleiri samrøðum, nevndum og netverkum enn fyrr, og vit merkja samstundis eitt vaksandi trýst á tey virði, sum IM berjist fyri; tískil er tørvur á meira orku til tann partin av arbeiðnum hjá IM”.

Starvssetanin broytir ikki arbeiðsbýtið í leiðsluni hjá IM. “Hans-Ole Bækgaard verður ikki partur av dagligu leiðsluni, men verður við starvssetanini “keyptur leysur” til tær uppgávurnar, sum hann frammanundan tekur sær av. Vit “uppskalera” so at siga formanspostin”, greiðir Jens Medom Madsen frá.

Hans-Ole Bækgaard gleðir seg til at kunna fara meira heilhjartaður inn í formansuppgávuna á ein hátt, sum eisini er haldbærur í mun til familjuna: “Eg gleði meg ikki minst til at koma runt til fleiri IM-samfeløg at boða og undirvísa og til at hava betri tíð til at skriva”, sigur Hans-Ole Bækgaard, sum eisini gleðir seg til at útbyggja sínar góðu kontaktir til bæði kirkjufólk, politikarar og samfelagskjakarar.

LES EISINI  Spildurnýtt bíbliuskúlatilboð í Afrika og Danmark: “Altjóða lærusveinavenjing”

Fyri tveimum árum síðani stovnaði IM eina samskiftisdeild og setti ein samskiftisstjóra. Við at seta formannin í starv styrkir IM aftur sítt samskiftisarbeiði.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina