Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni fingið nýtt navn

Líka síðani 2015, tá Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni flutti frá Eliaskirkjuni á Vesterbrogade til LM á Amager, hevur man í kirkjuni umhugsað at broytt navn. Orsøkin til tað er, at navnið “Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni” ikki longur hóskar seg, nú arbeiðið ikki longur heldur til í Eliaskirkjuni á Vesterbrogade.

Eftir drúgva tilgongd við navnakapping og fleiri góðum uppskotum, eru vit í kirkjuni komin fram til, at nýggja navnið í kirkjuni verður ein stytting av núverandi navni, heldur enn eitt heilt nýtt navn. Tí er nýggja navnið hjá Føroyska arbeiðnum í Eliaskirkjuni: “Eliaskirkjan”.

Tá vilja vit leggja stóran dent á, at Eliaskirkjan ikki longur skal skiljast sum ein kirkjubygningur, men at Eliaskirkjan er fólkið ið kemur saman um Guds orð.

Tað sum talaði fyri at stytta navnið og framvegis halda fast við “Eliaskirkjan”, er m.a. tann langa søgan, sum arbeiðið hevur síðani tað byrjaði í 1980. Tað eru nógv ið kenna seg aftur í navninum “Eliaskirkjan”, og tí ynsktu vit at virða søguna og tilknýtið sum navnið longu hevur.

LES EISINI  Sunnudagsskúlin á Oyrasundskollegiinum hevur 27 ár á baki og er still going strong

Við tí í huga gevur tað nú betur meining at siga, at man fer á møti í Eliaskirkjuni, hóast Eliaskirkjan heldur til í LM á Amager, tí Eliaskirkjan er ikki ein bygningur, men fólkið ið kemur saman.

Hvat liggur so í navninum Eliaskirkjan?

Elia livdi í eini tíð har fráfallið frá Gudi var stórt og fólk í hópatali tilbóðu avgudar. Men Elia vildi ikki boyggja seg fyri avgudunum. Heldur enn at lurta eftir fólkinum, so lurtaði hann eftir Gudi og setti sítt fulla álit á hann.
Ei heldur var Elia bangin fyri at kalla synd fyri synd. Hetta kemur til sjóndar, tá ið hann inni hjá Ákab kongi sigur, at teirra avgudadýrkan og líkasæla er orsøkin til hungursneyðina í Ísrael. Eisini kemur dirvi hjá Elia til sjóndar, tá ið hann, framman fyri øllum profetunum í Ísrael, spyr hvussu leingi teir ætla at halta á báðar liðir og tæna bæði Gudi og Báal, og biður teir venda um, so satt sum Harrin er Gud. At Harrin er Gud verður síðani undirstrikað til gudaroyndina uppi á Karmelfjallinum, tá ið Elia hevði fult álit á, at Gud skuldi seta eld á hansara offur. Hann beyð enntá 12 kaggar av vatni verða stoyttar yvir offrið áðrenn hann rópti á Gud at gera undrið at seta eld á. Gud svaraði bønum Elia, og fólkið máttu játta at “Harrin er Gud, Harrin er Gud” (1. Kong 18,39)

LES EISINI  Al Dente syngur: ”Hjá Jesusi fann eg tann friðin”

Vit eiga, við Elia sum fyrimynd, at peika á Gud sum tann einasta frelsaran, fordøma syndina og venda okkum til Harran Jesus Krist, sum er okkara einasta skjól fyri syndina. Má okkara arbeiði vitna um, eins og navnið Elia merkir: at “Gud er Harrin”, og at tað bara er við trúgv á Hann, at vit kunnu verða frelst. Eisini er Elia ein troyst fyri okkum, at hóast fráfallið og líkasælan hjá mongum kann tykjast stór og tænastan stundum kann tykjast tung, so er Gud við okkum, eins og hann var við Elia.

  1. Kong 18, 36b: “«Harri, Guð Ábrahams, Ísaks og Ísraels! Lat tað í dag verða kunnugt, at tú ert Guð, og at eg eri tænari tín, sum hevur gjørt alt hetta eftir tínum orðum!”
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina