Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni: Møtini byrja aftur í dag

Eftir ein langan summarsteðg byrja føroysku møtini endiliga aftur í Keypmannahavn. Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni heldur til í LM kirkjuni á Amager.

Fyrsta møtið er eitt vælkomstmøti, sum er ein upplagdur møguleiki hjá útisetum, sum júst eru fluttir til Keypmannahavnar, hava búð longri tíð ella eru á vitjan í Keypmannahavn, at koma á møti.

Á skránni er andakt frá Torgeir Petersen, sangur, undirhald og hugni. Eftir møtið verður góður matur á fáa – tað frættist at heimagjørd pizza er á matarskránni.

Meira kunning sæst HER

Møtini eru hvønn sunnudag kl16.

LES EISINI  Eftir 5 ár á Amager: Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni skal hava nýtt navn
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina