FRANKLIN GRAHAM ÓYNSKTUR – ikki rúm fyri honum!

Í hesum tíðum eru tað 65 ár liðin síðani heimskendi evangelisturin, Billy Graham sáli, hevði síni fyrstu stórmøtir (crusade) í Bretlandi. Sonur Billy Graham, Franklin Graham, sum vitjaði í Føroyum í 2015, og sum eisini ferðast kring heimin við evangeliinum, ynskir, saman við bretum, at minnast hesa stórhending.

Í hesum sambandi hevur felagskapurin, Billy Graham Evangelistic Association, við Franklin Graham á odda, ætlanir at skipa fyri evangeliskum stórmøtum í 10 størri býum í Stóra Bretlandi í ár. Fyrireikingarnar byrjaðu í fjørð, har Jógvan Zachariassen, pastorur í samkomuni Lívdin í Hoyvík, er við í fyrireikingartoyminum í Bretlandi.

Ætlanin er, at tiltakið skal fara av bakkastokki 30. mai í ár, tá stórmøtini byrja í 10 býum í alt, og seinasta møti verður eftir ætlan 04. oktober í London, í stóra bygningsverkinum Millennium Dome, sum varð bygt og reist fyri 20 árum síðani í samband við aldarskifti. Hetta verður fyrsta átak av sínum slag í hesum stóra og kenda bygningi.

LES EISINI  Standmynd av Billy Graham í staðin fyri standmynd av rasisti

 

ÓYNSKTUR

Eftir ætlan skal tiltakið fara av bakkastokki undir heitinum UK2020 (UNITED KINGDOM 2020), men tá alt hetta er sagt, so má sannast í dag, at stórt skarð er komið í evangelisku verkætlanina hjá Franklin Graham.

Tað er felagsskapurin hjá samkyndum, kendur undir heitinum LGBT, sum hevur latið ljóð hoyrast í hesum sambandi, og eisini hava muslimskir felagsskapir í Bretlandi víst mótstøðu ímóti verkætlanini. Bæði LGBT og muslimskir felagsskapir hava sagt, at mótstøðan, sum Franklin Graham hevur víst mótvegis homoseksualiteti og Islam, eigur at vísast aftur við at nokta Franklin Graham at hava ætlaðu stórmøtini í Bretlandi. Tey siga, at Franklin Graham stendur fyri hatursrøðum og homo- og islamfobi.

Hesar protestir frá LGBT og Muslimum hava higartil úrslitað í, at møtini eru fyribils avlýst í sjey býum. Í New Castle, har ætlanin er at hava eitt av stórmøtunum, hevur borgarstjórin í býnum sagt: “Eg trúgvi ikki, at tað er rúm fyri honum í býi okkara, tí hetta slagið av atburði samsvarar ikki virðunum í býi okkara!” Franklin Graham gevur til kennar á sínum facebookvanga, “at hansara endamál við jubileumsvitjanini í Bretlandi er ikki at koma við haturstalu, men at prædika ein greiðan gleðiboðskap um kærleika Kristusar til øll menniskju, tí vit eru øll syndarar, írokna eg sjálvur, og hava brúk fyri Guds fyrigeving.”

LES EISINI  Standmynd av Billy Graham í staðin fyri standmynd av rasisti

Annars sigur Franklin Graham, at hann framvegis er vónríkur og roknar við at fullføra verkætlanina í Stóra Bretlandi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina