Fyrsta kirkjubygging í Turkalandi síðani Osmannarríkið

Í februar verður farið undir fyrstu kirkjubyggingina í Turkalandi, síðani Osmanniska Ríkið gjørdist til Lýðveldið Turkaland í 1920unum. Byggingin av nýggju sýrisk-ortodoksu kirkjuni, sum skal rúma 700 fólkum, fer væntandi at taka umleið tvey ár, skrivar The Christian Post.

Tá ætlaninar um kirkjubyggingina fyrstu ferð vórðu almannakunngjørdar í 2015, segði ein embætismaður hjá stjórnini:
“Tað er fyrstu ferð, síðani lýðveldið varð stovnað. Kirkjur eru vorðnar umvældar og opnaðar av nýggjum, men tað er ikki bygd nøkur nýggj kirkja fyrr enn nú”.

Kirkjan verður bygd nærindis Atatürk floghavnini.

 

Kelda: Udfordringen