Guð virkar í lívinum hjá teimum ungu í Turkalandi, ígjøgnum sjónvarpsrásina Sat7-Turk

Fyri Sat7 Turk er tað umráðandi, at eggja og stimbra ungum kristnum á teirra trúarleið, við at bjóða teimum arbeiðsmøguleikar, har tey kunnu vera fyrimyndir fyri onnur ung. Hetta er ein vitnisburður frá einum nýggjum starvsfólki á sjónvarpsrásini, sum hevur fingið starv  í Sat7-toymi, har hann hjálpir og stimbrar ungum hyggjarum.

Yunus er 26 ára gamal. Sum nógv av teimum ungu, so vaks hann upp undir høgligum umstøðum við síni arvaðu trúgv. Hann sigur:

«Eins og milliónir rundan um meg so visti eg ikki, at kristindómurin í heila taki treivst í Turkalandi. Min trúgv var mín samleiki. Sjálvt um Guð var langt omanfyri meg og ikki var kendur, trúði eg fult og fast, at eingin annar sannleiki var møguligur.

Tá eg var 16 ára gamal, broyttist alt. Mær dámdi sera væl tónleik. Eg elskaði at spæla á flamenco gittara og lærdi meg síðan at spæla á klassiskan gittara. Ein dagin bað ein av andaligu leiðarunum meg um at koma til eitt prát. Hann vísti mær bókina við átrúnaðarligu skriftunum, sum eg hevði stóra virðing fyri. Hann segði við meg: «Sært tú, her stendur at tónleikur er synd, forboðin. Tú mást venda tær frá tónleikinum, frá syndini.»

LES EISINI  - Kærleikin bindur okkum saman, sigur kristin ungdómur á barnaheimi í Libanon

«Eg minnist væl løtuna og eg var ógvuliga ósambæriligur. Hvussu bar tað til? Hvussu kundi nakað so stórt sum tónleikur vera synd? Men tað stóð í einari av mínum heilagu bókum sum treytaleysur sannleiki.”

Eftir hetta avgjørdi Yunus at gera nakað sum hann ongantíð hevði gjørt fyrr, at lesa tær heilagu skriftirnar. Sum hann læs, byrjaði ivin og óttin at vaksa. Hann hevði fingið ávaringar um álvarsamar avleiðingar, um hann ivaðist um læruna. Men tankin um at tónleikurin, sum hann elskaði, var synd,  gav onga meining.

Leitanin eftir sannleikanum var byrjað hjá Yunusi. Hann var vísur í, at tað var ein Guð sum hevði skapa alt, eisini tónleikin. Hann setti seg í samband við ein kristnan felagskap í Turkalandi, haðani hann fekk eina bíbliu. Tá hann byrjaði at lesa hana gjørdist hann ovfarin av Jesu orðum um kærleika, lív og vón. Hetta kendust sum vakrastu orð sum nakrantíð vóru søgd av mannamunni.

Yunus droymdi tvær ferðir, at hann rópti á Jesus. Ein dagin hoyrdi hann bókstavuliga eina rødd siga við seg ”Yumus eg havi í áravís leita eftir tær. Hví góðtaka tit meg ikki? Vilt tú negla meg til krossin sum teir gjørdu, er tað tað tú vilt?»

LES EISINI  SAT-7 starvsfólk bera boð um frið í krígstíð 

Yunus gjørdist nú sannførdur og tók við trúgv á Jesus Kristus. « Brádliga og undurfult bleiv alt sum nýtt fyri mær, eg bleiv føddur av nýggjum.»

Yunus fann eina kirkju, har hann kundi vaksa í trúnni og byrjaði eisini at hyggja eftir Sat7-Turk. Við sínum góðu tónleikagávum á gittari, er hann nú ein lovsangsleiðari. Hann trýr, at tónleikurin er við til at upphevja Harran og ikki er ein synd. Og sum ungur og dugnaligur innan tøkni, bleiv hann eisini serkønur á teimum sosialu miðlunum. Prestur segði ein dagin við hann, at Sat7-Turk leitaði eftir einum fólki, sum kundi stuðla og stimbra øðrum ungum, sum vóru í somu støðu sum hann.

Tá ungir sjónvarpshyggjarar ringja inn til Sat7 rásina, siga tey honum hvat tey stríðast við, hvussu tey funnu eina lýsing á sosialu miðlunum, sum leiddi tey víðari til rásina, har tey gjørdust rørd av tí tey sóu og hoyrdu. Tá kann hann svara teimum: « Eg var sjálvur einaferð har tit eru nú. Eg havi havt somu trupuleikar og somu spurningar. Eg plagdi at hyggja eftir Sat7-Turk fyri at læra, hvat kristindómurin handlar um.” Hetta skilur hann.

LES EISINI  Poddvarp: Prát við Ritu Elmounayer, stjóra á Sat-7

”Serliga eru tað tey ungu, sum meir enn nakrantíð fyrr, ivast um sína trúgv” sigur Gulsum, leiðari fyri Sat7-Turk. ”Eg upplivi, at nógv av teimum, sum seta seg í samband við Sat7 rásina, hava leita eftir Guði í áravís. Tey venda sær til tryggleikan og friðin hjá einstaklinginum á teimum sosialu miðlunum. Vertirnir, prestarnir, bíbliulærarnir og hyggjara-hjálpartoymið, eru øll úr Miðeystri. Nógv av teimum koma frá líknandi átrúnaðarligum siðvenjum.

Prísi Guði fyri, hvussu hann arbeiðir ígjøgnum Yunus. Biðið um, at Sat7-Turk kann ávirka aðrar ungar hyggjarar jaliga, sum ofta stríðast. Biðið um, at vit mugu hjálpa teimum við at vinna á óttanum, soleiðis at tey kunnu gerast stuðlar hjá teimum nýggju í trúnni og teimum nógvu sum sita avbyrgd. Biðið eisini fyri ætlanini hjá rásini, at vera vertir fyri einum kristnum ungdómsfestivali í ár.

Kelda Sat-7, leystliga umsett.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina