“Guds gísli” skrivar bók um trúarkreppu sína

Trúboðin skrivaði fleiri ferðir um amerikanska prestin Andrew Brunson, sum varð fongslaður í Turkalandi fyri trúgv sína og síðani gjørdist miðdepil í einum stórpolitiskum spæli millum tvey stórveldi. Nú greiðir hann sjálvur frá fangandi søgu síni.

Andrew Brunson hevði verið trúboðari í Turkalandi í 23 ár, tá hann av tilvild gjørdist partur av einum stórpolitiskum spæli og av órøttum sat tvey ár í turkiskum fongsli undir følskum ákærum um millum annað njósnaravirksemi, yvirgang og vápnasmugling. Í oktober í fjør varð hann endiliga leyslatin eftir stórt trýst frá millum annað Trump forseta, og slapp heim aftur til USA.

Nú skrivar Andrew Brunson bók um upplivingar sínar, har hann persónliga og fangandi greiðir frá tíðini í isolatiónsfongsli saman við 20 radikalum muslimum. Hann fór ígjøgnum eina djúpa trúarkreppu, men upplivdi eisini, at Gud á undurfullan hátt stýrdi hendingunum og brúkti hann í ætlan síni.

Tað er Dansk Europamission, sum gevur bókina út tíðliga í november. Hon verður innbundin, 258 blaðsíður til longdar, og hon er til keyps í nethandlinum hjá Heimamissiónsforlagnum.

LES EISINI  Stórur kirkjuvøkstur í Algeria

Sí tvær av greinunum í Trúboðanum um Andrew Brunson her:

Prestur kendi seg vónbrotnan í turkiskum fongsli

Turkaland: Andrew Brunson leyslatin

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina