Halda fram við stríðnum móti blasfemiákærum

Við stuðli frá Norsk Misjonsselskap (NMS) arbeiðir pakistanski mannarættindafelagsskapurin CLAAS fyri at verja minnilutar móti misnýtslu av landsins blasfemilóg.

Frídømingin av Asia Bibi fyri ákæruna um blasfemi (gudsspottan), ein ákæra, sum hevði við sær níggju ára fongsul og deyðadóm í Pakistan, varð staðfest í januar, tá kæran varð afturvíst. Men mannarættindafelagsskapurin CLAAS, sum hevur stuðlað og fylgt Asia Bibi síðani 2009, stríðist framhaldandi móti misnýtslu av landins strongu blasfemilóg.

Center for Legan Aid, Assistance and Settlement (CLAAS) ger eitt umfatandi arbeiði fyri at stuðla fólkum, sum eru fyri følskum ákærum um blasfemi í Pakistan. Tey bjóða millum annað løgfrøðiliga hjálp, kreppumiðstøðir, endurmenning og ‘trygg hús’ til ákærdar persónar og familjur teirra. Gentur, kvinnur og minnilutar eru í størri vanda fyri at verða ákærd fyri blasfemi.
– Asia Bibi er ikki tann einasta, sum hevur verið fyri misnýtslu av blasfemilógini. Tað finnast fleiri slík mál, sum verða brúkt móti fólki í persónligum hevndarátøkum. Fólk verða ógvisliga tikin av døgum og brend, sigur Åslaug Ihle Thingnæs, sum er ráðgevari fyri arbeiðinum hjá NMS í Pakistan og Miðeystri.

LES EISINI  Rafif heldur jól uttan pápa sín

Stuðul úr Norra

NMS er ein av fáu stuðlunum, sum CLAAS hevur uttanfyri Pakistan.
– Vit hava leingi stuðlað Nasir Saeed, sum arbeiðir fyri CLAAS UK í London, og nú víðka vit samstarvið til eisini at umfata móðurfelagsskapin í Pakistan, har umleið 25 fólk eru í starvi, sigur Thingnæs.

Hon sigur, at CLAAS í útgangsstøði er ein kristin felagsskapur, men at tey eisini hjálpa øðrum minnilutum, sum verða forfylgdir.
– Tey flestu eru kristin, men tey stuðla eisini muslimum, sikhum og hinduistum, sigur hon.

Sambært NMS eigur CLAAS hesi seinastu 20 árini ein stóran lut í, at 122 eru frídømd í følskum blasfemiákærum.
– Tey eru skjót til at fáa fatur í atkomiligari kunning í málunum og at tosa við møgulig eygnavitni. Viðhvørt kann hetta arbeiðið skjótt geva eina ábending um, at ákæran ikki er tann, sum hon letst at vera, greiðir Thingnæs frá.

Týdningarmikið fyri málið hjá Asia Bibi

Stutt eftir, at Asia Bibi varð fongslað, setti maður hennara, Ashiq Masih, seg í samband við CLAAS, við einum fyrispurningi um CLAAS kundi taka málið upp. Sambært NMS hava upplýsingarnir, sum CLAAS fekk fatur í, havt sera stóran týdning í málinum.

LES EISINI  Neyðhjálparinnsavningin til Sri Lanka gongur væl – freistin er longd til 21. mai

Joseph Francis, stjóri og stovnari av CLAAS, sigur, at hann persónliga var til staðar á øllum fundunum, sum tey høvdu við lokalu løgregluna. Hann var eisini tann einasti, sum slapp at vitja Bibi í fongslinum, saman við landspartaguvernørinum Salman Tasser, sum seinni varð dripin av sínum egna lívverja, tí hann hevði tikið undir við frídømingini av Asia Bibi.

 

Kelda: KPK

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina