Heilagi Andin er Gud

Leygardagarnar í summar gjøgnumgongur Trúboðin sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað verður stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Greinarøðin varð prentað í blaðnum í 2012.

“Eg trúgvi á Heilagan Anda…”

Í hesi grein er evnið, hvør Heilagi Andin er, og næsta grein snýr seg um virksemi hansara.

Hvør er Heilagi Andin?

Talan um Heilaga Andan er torskild fyri tey flestu. Bíblian sigur nógv um Andan, men tað verður talað meira um, hvat hann ger, enn hvør hann er. Vit mugu tí kanna tekstirnar um virksemi hansara nærri. Tað kemst av, at Bíblian fyrst og fremst hevur til endamáls at peika okkum á Jesus.

Hetta sama er eisini júst høvuðsuppgáva Andans. Kortini kann Jesus ikki lýsast, uttan at Andi hansara og Faðirsins er við.

Heilagi Andin er ein persónur

Heilagi Andin er ein persónur. Tað verður ikki sagt beinleiðis, men allar lýsingar av virksemi hansara kunnu bert skiljast soleiðis.

Andin verður syrgin, um vit venda aftur til syndina (Ef 4,30). Andin sannførir menniskju um synd, rættvísi og dóm (Jóh 16,8). Andin biðir fyri Guds børnum (Róm 8,26). Andin rannsakar dýpdir Guds (1 Kor 2,10). Andin lærir (Luk 12,12; Jóh 14,26), vegleiðir, talar, hoyrir og kunnger (Jóh 16,13) og so framvegis.

Hetta eru alt eginleikar hjá persónum. Heilagi Andin verður sostatt lýstur sum ein persónlig kraft.

Heilagi Andin er Gud

Heilagi Andin er Gud. Vit trúgva á ein tríeindan Gud, ið er ein Gud og kortini tríggir persónar. Ikki tríggir gudar, men ein Gud. Kortini ikki ein persónur, men tríggir persónar. Hetta lærir kristna kirkjan um allan heim.

Hvussu hetta ber til, fata vit ikki við okkara avmarkaðu evnum. Men øðrvísi kann boðskapurin í Bíbliuni undir einum ikki skiljast.

Aftur her eru tað lýsingarnar av virksemi Andans, sum gera hetta greitt. Eitt nú verða vit doypt í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. Gev gætur, at málsliga eru tríggir persónar, men kortini bert eitt navn. Tríggir persónar eiga og bera sama Guds navn. Tað hevði heldur ikki givið meining, um Jesus bað okkum doypa í navninum hjá Gudi Faðir, Gudi Soni og so eini ópersónligari megi, sum als ikki er Gud.

LES EISINI  Eg trúgvi á menniskjað Jesus

Eisini er vert at leggja merki til fleiri orðingar í Bíbliuni, har Gud og virksemi hansara er trý-býtt. Eitt nú sokallaða “ápostólska signingin”, sum vit heilsa hvør øðrum við hvønn sunnumorgun í kirkjuni: “Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guds og samfelag heilaga andans veri við tykkum øllum!” (2 Kor 13,13) Eitt annað dømi: “Tað er munur á náðigávum, men andin er hin sami; og tað er munur á tænastum, og harrin (Kristus) er hin sami; og tað er munur á kraftargerðum, men Gud er hin sami, sum virkar alt í øllum” (1 Kor 12,4-6).

Jesus og Heilagi Andin

Tá Jesus beint fyri krossdeyða sín sigur lærusveinunum frá um Heilaga Andan, sum hann skal biðja Faðirin senda teimum, sigur hann: “Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara” (Jóh 14,18). Tá Andin kemur til lærusveinarnar, kemur Jesus altso eisini. Jesus sigur so, tí hann og Andin eru sami Gud.

LES EISINI  Hvítusunna: Andakt til tey gomlu

Í sama samanhangi sigur Jesus stutt aftaná: “Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum” (23. vers). Jesus tosar um Andan, sum skal taka búgv í tí, sum trýr á Jesus. Men harvið gera Faðirin og Sonurin sær eisini bústað í tí trúgvandi.

Jesus sigur sostatt, at Faðirin og Sonurin og Andin eru tann sami Gud.

Hetta eru einans fá dømi úr eini munandi størri rúgvu. Tað er eingin ivi um, at ápostlarnir (alt Nýggja testamenti) læra, at Heilagi Andin er ein persónur og er Gud. Sostatt hevur Andin somu guddómligu eginleikar sum Faðirin og Sonurin: Kærleika, heilagleika, rættvísi, alvitan, alvald og so framvegis. Sum tað eisini verður sagt í Athanasiansku trúarjáttanini, ið er tann yngsta av teimum trimum fornkirkjuligu játtanunum: “Í hesi tríeindini er einki fyrr ella seinni, einki størri ella minni, men allir tríggir persónarnir eru sínámillum líka ævigir og javnlíkir, so at, sum áður sagt, tríeindin í øllum má verða ærað í eindini, og eindin í tríeindini” (stk. 24-25, endurgivið úr “Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar”, Føroyskt Kirkjumál 2000).

LES EISINI  Andin gevur fyrigeving og lív

 

Næstu ferð verður virksemi Heilaga Andans viðgjørt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina