Norðurírsk jarðarmóðir: – Hevði sagt upp, um eg varð noydd at vera við til eina fosturtøku

Um stjórnin hjá norðurírska sjálvstýrinum ikki verður endurskipað fyri 21. oktober, verða avmarkingarnar í atgongdini til fosturtøku ógvisliga minkaðar, og 1. apríl næsta ár skulu broytingarnar verða gjøgnumførdar.

Í Norðurírlandi verður frí fosturtøka væntandi innførd í næstum, uttan at tingið í Norðurírlandi hevur atkvøtt fyri tí. Hetta tí fólkaræðið í løtuni er óvirkið, orsakað av eini røð av ósemjum millum Tann demokratiska sambandsflokkin (DUP) og Sinn Féin. Tí er Undirhúsið í London fyribils lóggevari, og í hesi støðu hevur bretska tjóðartingið nýtt høvið at fremja ógvisligar liberaliseringar í atgongdini til fosturtøku í Norðurírlandi, hóast norðurírskir tjóðartingslimir atkvøddu ímóti.

Hørð mótmæli

Útlitini til fría fosturtøku í Norðurírlandi hava fingið meira enn 800 læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og jarðarmøður til at gera vart við seg í opnum brævi. Tey skriva: ”Sjálvt hetta at taka eitt mannalív er óhugsandi fyri okkum, men enn meira óhugsandi er tað at taka eitt mannalív í lívmóðrini… Vit heita á samfelagið um at hugsa um virðið hjá tí einstaka menniskjanum frá gitnaði til deyða, so at tey veikastu og viðbreknastu verða vard og virðismett av øllum.”

LES EISINI  Biðjandi verða forfylgd

Jarðarmóðirin Debbie Marshall segði, aftaná at opna brævið varð sent avvarðandi ráðharrum, at hon gevst í starvinum, um hon verður noydd at fremja ella hjálpa til við eina fosturtøku. Hon leggur afturat, at hon gongur út frá, at skipað verður soleiðis fyri, at jarðarmóður og onnur kunnu bera seg undan, uttan at kenna nakað trýst.

Læknin Andrew Cupples ávarar ímóti, at hópur av heilsustarvsfólkum leggja frá sær, um tey verða noydd til at virka við. Millum teirra, ið hava skrivað undir brævið, eru eisini sálarlæknar, sálarviðgerar og skurðlæknar. Tey siga, at samvitska teirra loyvir teimum ikki at tiga.

Cupples segði eisini, at bretska Undirhúsið arbeiðir ódemokratiskt við at trýsta eina lóg ígjøgnum, uttan at spyrja norðurírar sjálvar.

– Vit heita á politisku flokkarnar um at seta seg niður og taka stig til eina demokratiska stjórn í landi okkara, so at hetta anti-demokratiska stigið ikki verður gjøgnumført, segði Cupples.

Cupples legði afturat, at Norðurírland í løtuni hevur ta bestu og best vardu umsorganina fyri kvinnum og óføddum børnum, men frá 22. oktober verður tað tann ringasta í Vestureuropa.

LES EISINI  Ófødda barnið stórt virði

Amnesty International fegnast

Grainne Teggart frá Amnesty International segði hinvegin, at heilsustarvsfólk fara at kunna bera seg undan at luttaka í fosturtøkum, um tey ynskja tað.

– Stjórnin fer at vera liðug at fremja tillagingarnar í tænastunum í mars næsta ár, og 21. oktober í ár verða vegleiðingar klárar, hvussu farið verður fram í millumbilinum fram til tá. Nú kunnu vit gleða okkum til henda dagin sum tann dagin, tá heilsurøkt okkara endaliga er avkriminaliserað. Broytingarnar kunnu ikki koma nóg skjótt, segði Teggart og legði afturat, at fakfeløgini hjá heilsustarvsfólkunum stuðlað avkriminaliseringini.

 

Kelda: Belfast Telegraph

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina