Hevur tú nakað nýggjárslyfti?
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Nú hava vit veruliga hugnað okkum á jólum. Øll børnini hava verið heima, og vit hava havt góða tíð til at vera saman. Vit hava havt tíð til at spæla borðspøl, hugna okkum saman, verið í kirkju fleiri ferðir, sungið jólasangir og hoyrt gleðiboðskapin um, at Jesus varð føddur. Dagarnar undan jólum varð bakað og hugnað um heimið. Ein so hugnalig tíð.
Vit vita øll, at jólini eru vorðin alt ov materialistisk. Tað er so nógv, sum skal keypast, bakast og pyntast, og krøvini til jólagávurnar eru møguliga alt ov stór. Tað er so skjótt, at alt hetta kann køva jólagleðina. Hesin trupulleikin er nógv frammi undan jólum, og vit vita, at hetta er ein trupulleiki. Tí royna vit eisini at hjálpa øðrum á jólum og at hugsa um tey, sum ikki hava tað so gott. Sjálv haldi eg, at tiltakið hjá Christmas Child við skógvaeskjunum hjálpir um mína samvitsku á jólum. Tað er so gott at kunna gleða onkran, sum veruliga hevur tørv á tí.
Sum kristin vita vit, at alt hetta materiella er eisini við til at køva jólaboðskapin. Tí royna vit at minna okkum á, hví vit halda jól.
Vit eru so vælsignað í Føroyum, at sjálvt jólamaðurin í útvarpinum minnir børnini á, at vit halda jól, tí at Jesus varð føddur.
Vit vita øll, at vit mugu hava fokus á Jesus á jólum – hann er jú høvuðspersónurin!
Eg trúgvi eisini, at vit eru nógv, sum veruliga hátíðarhalda jólini saman við Jesusi. Tí fara vit í kirkju. Vit syngja sálmar og hoyra jólaboðskapin fleiri ferðir. Uttan Jesus eru tað ikki jól. Á jólum kunnu vit geva okkum tíð til at koma saman um Jesus. Hann kom til okkara sum eitt lítið barn. Hvat er hetta ikki ein fantastiskur boðskapur! At ljósið kom í heimin. Vit hava góða tíð til at vera saman og at gleðast á jólum.
Sum alt annað so ganga jólini skjótt, og gerandisdagurin kemur aftur. Børnini fara aftur í skúla, og skjótt so verður jólapyntið eisini pakkað niðuraftur. Vit gleða okkum at koma í gongd aftur. Nógv halda seg hava etið ov nógv á jólum og koma tí við nýggjárslyftum um, at nú vilja tey venja og eta minni og sunnari. Hetta er alt gott – eingin ivi um tað!
Hvussu er við jólaboðskapinum, skal hann eisini pakkast niður til næsta ár?
Ein kona segði mær einaferð, at hon við vilja altíð lat eitt jólapynt standa eftir, tá restin varð pakkað niður. Hon gjørdi hetta fyri at minna seg sjálva á jólaboðskapin alt árið.
Hvussu við einum nýggjárslyfti um at hava jólaboðskapin við sær til næstu jól? At takka Gudi fyri, at hann kom til okkara sum okkara frelsari. Eitt lyfti um at liva hvønn dag saman við honum í øllum, vit gera. At søkja Gud við at lesa í hansara orði og við at biðja til hansara. Hann hevur lovað at vera við okkum. Vit kunnu, nú gerandisdagurin byrjar aftur, geva Gudi pláss í øllum, sum vit fáast við. At lata ljósið skína í lívi okkara og at vera eitt ljós fyri onnur.
Gleðiligt nýggjár!