Holocaust á tímatalvuna

Danska stjórnin kunngjørdi herfyri eina nýggja virkisætlan ímóti antisemitismu. Ætlanin fatar um 15 stig, ið skulu vera við til at berja niður antisemitismu í Danmark. Hóast jødar vanliga verða virdir og viðurkendir í Danmark, so eru eisini tekin um vaksandi rasismu.

Hetta gjørdist eitt nú sjónligt 9. november 2019, tá danskir jødar vóru fyri eini røð av herverki og forfylging. Tey 15 stigini í ætlanini miða ímóti, at allie danir skulu hava størri vitan um jødadómin. Og hette ber við sær, at Holocaust gerst partur av tímatalvuni í fólkaskúlanum eins og í miðnámsskúlanum. Peningur verður eisini settur av til Dansk Jødisk Museum. Hesin peningur skal eitt nú nýtast til at skipa fyri framvísingum og kjaktiltøkum um dansk-jødiska mentannarsøgu á bóka- og fornminnissøvnum um alt landið.

Krystalnáttin: Krystalnáttin fór fram í Týsklandi 9.november 1938. Hesa náttina løgdu nationalsosialistarnir stórt tal av jødiskum kirkjugørðum og handlum í oyði. Nærum 7.500 handlar vórðu lagdir í oyði og umleið 200 synagogur vórðu niðurbrendar. Navnið Krystalnáttin fekk dagurin vegna teim mongu brotnu vindeygunum og rútunum, ið lógu sløddir allastaðni á gøtunum, og sum glitraðu, sum var tað krystallir. 91 jødar vórðu lamdir og bukaðir í hel, og umleið 26.000 jødar vórðu settir í varðhald hesa náttina.

LES EISINI  Nýggj bíblia tekur støði í jødiskari mentan

Ísraelsmissiónin í Danmark frøðir seg um, at tað nú loksins er komin ein ætlan ímóti tí, tey kalla jødahatri. Aðalskrivarin í Ísraelsmissiónini, Arne Pedersen greiðir nærri frá: “Antisemitisma” kann oftast gerast heldur steril og klinisk, so ein lættliga gloymir, hvat ið býr aftanfyri alt. Og tað, sum hetta í grundini snýr seg um er eitt hatur mótvegis einum ávísum fólki við serligum etniskum uppruna. Tað er jødahatur. Latum okkum tí kalla tað við rætta navninum.

– Ísraelsmissiónin frøðir seg um, at stjórnin hevur tikið ábyrgd yvirfyri einum ávísum bólki af samborgarum okkara í samfelagnum, ið kenna eitt serligt hatur mótvegis teimum. Ein bólkur av samborgarum okkara, ið ikki verður loyvdur at virka ella ella at praktisera átrúna teirra, eins og vit onnur. Vit vóna og biða um, at hetta kemur at broytast í komandi tíðum, leggur Arne Pedersen at enda afturat.

Holocaust: Fólkadráp nazismunnar mótvegis evropeisku jødunum verður kallað, Holocaust. Fólkadrápið kostaði seks milliónum jødum lívið og fór fram millum 1941 og 1945. Undan hesum var stórur mismunur gjørdur mótvegis jødum, ið bæði vórðu forfylgdir í nazistiska Týsklandi, eins og í teimum londum, ið vóru hersett av nazistum.

LES EISINI  Summarbíbliuskeið í Ísrael

CFM hevur skrivað – Edvard Poulsen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina