Høvdu bíbliutíma yvir alnótina

-Vit vóru seks dreingir, sum vanliga savnast í Tabor á Toftum, sum avgjørdu, at vit skuldu savnast á netinum, nú vit ikki kunnu savnast á vanligan hátt. Vit hittust á Messenger, har allir kundu síggja og hoyra allar, so tað var hugnaligt og øðrvísi.-
Tað sigur Dann Johannesen, sum var ein teirra.

-Vit avgjørdu at lesa bókina um Jónas í Gamla Testamenti, sum hevur fýra kapitlar. Fyrst lósu vit fyrsta kapittul og tosaðu um hann. Síðani lósu vit hinar tríggjar kapitlarnar og tosaðu saman millum hvønn kapittul. Tað var ein góð, stimbrandi og stuttlig løta, sum vardi í umleið tveir tímar.

-Hetta er óivað besti háttur at vera saman um Guds orð uppá – nú vit ikki kunnu vera saman á vanligan hátt. Hetta er eisini nakað, sum “øll” kunnu gera, sum hava teldu og net, sigur Dann.