Hvat er tað, sum verður aborterað?

“Tað hevur einki at týða, hvussu ung tey eru, ella hvussu gomul tey eru, hvussu lítil tey eru, ella hvussu stór tey eru, hvat ið tey eru før fyri, ella hvat ið tey ikki eru før fyri, um fólk halda, at tey eru virðismikil, dáma tey, ella ikki dáma tey. Tað hevur einki at týða. Hvør einstøk menniskja er vøkur!”

Gregory Koukl: The Story of Reality

Hoyr fyrilesturin hjá Jonhard Jógvansson sum Poddkast her

Inngangur

Í yvirlýsingini um fría abort, sum varð samtykt á aðalfundi tann 20. juli 2022, kemur Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) millum annað við fylgjandi uppáhaldum:

  • “Atgongd til trygga abort er ein mannarættur.” Men um tað, sum verður aborterað, er ein menniskja, er talan so ikki júst um brot á mannarættindini hjá hinum ófødda barninum, tá ið ein velur at abortera tað trygt? 
  • “Frí abort er eitt stig á rættari leið til eitt samfelag, ið virðir menn og kvinnur eins.” Um tað, sum verður aborterað, ikki er ein menniskja, so kann tað væl vera, at hetta er eitt stig á rættari leið. Men um tað, sum verður aborterað, harafturímóti er ein menniskja, so boðar frí abort tvørturímóti frá einum samfelagi, ið er farið langt av leið, og sum ikki virðir øll menniskju líka nógv. Summi menniskju verða jú aborteraði.
  • “Við fríari abort fáa kvinnur rætt til at avgera yvir egnum kroppi.” Men um tað, sum verður aborterað, er ein menniskja, so eru tað summi menniskju (kvinnur og menn), sum nevniliga ikki sleppa at avgera yvir egnum kroppi.
  • “Harvið gerst tað føroyska samfelagið meira innbjóðandi fyri kvinnur.” Um tað, sum verður aborterað, ikki er ein menniskja, so kann tað væl vera, at føroyska samfelagið verður meira innbjóðandi fyri kvinnur. Men um tað, sum verður aborterað, er ein menniskja, so boðar frí abort tvørturímóti frá einum samfelagi, ið als ikki er innbjóðandi fyri allar kvinnur. Summar verða jú aborteraðar og verða sostatt ikki bjóðaðar vælkomnar inn í føroyska samfelagið.

Tann avgerandi spurningurin er altso: Hvat er tað, sum verður aborterað? Í hesi grein fari eg at viðgera henda spurningin eitt sindur nærri.  

Grundgevingin

Tey, sum stríðast fyri lívi teirra óføddu, argumentera fyri, at ein sakleys og verjuleys menniskja verður dripin við vilja, tá ið ein fosturtøka verður framd. Grundgevingin kann setast upp við tveimum logiskum fortreytum og einari eftirfylgjandi niðurstøðu:

1. Tað er skeivt at drepa sakleys menniskju við vilja.
2. Við fosturtøku verður ein sakleys menniskja dripin við vilja.
3. Tessvegna er tað skeivt at fremja fosturtøkur.

Tað, sum eg fari at siga her, er ein verja av hesi logisku grundgevingini ímóti fosturtøku. Og eg taki tað stig fyri stig.  

Fyrra fortreyt: Tað er skeivt at drepa sakleys menniskju við vilja

Okkara virði er ikki knýtt at tí, sum vit kunnu gera. Okkara virði er harafturímóti knýtt at tí, sum vit longu eru. Okkara virði er ikki nakað, sum vit hava í ymiskum mongdum. Nei, antin hava vit tað, ella hava vit tað ikki. Hesum viðvíkjandi er Nancy Pearcey sera beinrakin: “Tey, sum eru fyri fríari fosturtøku, hava eitt útihýsandi sjónarmið. Tey siga, at summi menniskju ikki eru javngóð við onnur. Tey eru ikki nóg góð. Tey eru ikki skikkaði til at hava mannarættindi. Tey, sum eru fyri lívi teirra óføddu, hava harafturímóti eitt umfevnandi sjónarmið. Um tú ert ein limur í mannaættini, so ert tú íroknaður. Tú hevur tign og støði sum ein sannur limur í moralska samfelagnum.”

Heimspekiliga próvtilfarið

Ja, tað er satt, at vit eru ymisk sum menniskju, men hetta broytir kortini ikki ta sannroynd, at vit eru øll líka virðismikil. Heimspekiliga sæð finst heldur eingin avgerandi moralskur munur millum hitt ófødda barnið, sum tú einaferð var, og vaksnu menniskjuna, sum tú ert í dag. Lívsførleiki, umhvørvi, menningarstig og stødd er ikki so viðkomandi, sum fortalarar fyri fosturtøku vilja hava hesi at vera.

LES EISINI  Norðurírsk jarðarmóðir: - Hevði sagt upp, um eg varð noydd at vera við til eina fosturtøku

Lívsførleiki: Um tað er lívsførleikin, sum gevur menniskjum virði, so eru øll tey, sum eru bundin at insulin og peysmeykarum, heldur ikki virðismikil. Men tín lívsførleiki avger sjálvandi ikki títt virði!

Umhvørvi: Broytist títt virði, tá ið tú fert yvirum vegin ella vendir tær í songini? Um ikki, hvussu kann tá ein tjúgu cm lang ferð niður gjøgnum føðikanalina brádliga broyta grundleggjandi natúruna hjá hinum ófødda frá at vera ein ikki-virðismikil hópur av vevnaði til eina virðismikla menniskju? Um tú ert inni í ella uttan fyri móðurlívið, so hevur umhvørvið sjálvandi ikki nakra ávirkan á, hvør ið tú ert.

Menningarstig: Tað er satt, at hitt ófødda barnið ikki er á sama menningarstigi sum tú og eg, men hví skuldi hetta verið viðkomandi? Fýra ára gamlar gentur eru heldur ikki á sama menningarstigi sum fjúrtan ára gamlar. Eiga eldri børn at hava meira rætt til lívið, enn teirra yngru systkin? Summi fólk siga, at tað er tilvitanin um okkum sjálvi, sum ger okkum virðismikil, men um hetta er satt, so kunnu nýføðingar heldur ikki sigast at vera virðismikil menniskju. Nýføðingar, sum eru seks vikur, mangla ein beinleiðis førleika til at útinna menniskjaligt sálarligt virksemi. Tað sama er galdandi hjá teimum, sum liggja í koma, sum sova, og sum hava alzheimers sjúkuna. Tíni evni avgera sjálvandi ikki títt virði.

Stødd: Ja, tey óføddu eru minni enn nýføðingar og vaksin, men hví skuldi hetta verið viðkomandi? Ynskja vit veruliga at siga, at stór fólk eru meira virðismikil enn lítil fólk? Vanliga eru mannfólk størri enn konufólk, men hetta merkir tó ikki, at mannfólk hava uppiborðið meira rættindi. Tín stødd avger sjálvandi ikki títt virði.

Lívsførleikin avger altso ikki títt virði. Tað ger umhvørvið heldur ikki, ei heldur tíni evni og stødd. Í stuttum er tað nógv meira skynsamt at leggja dent á, at sjálvt um menniskju eru sera ymisk, tá ið tað kemur til evni, avrik og menningarstig, so eru tey kortini javnsett (og virðismikil), tí at tey eiga lut í somu menniskjaligu natúru. Menniskju eru virðismikil vegna tað, sum tey longu eru, og ikki vegna nakran ávísan eginleika, sum tey kunnu fáa ella missa í teirra lívi!

Gudfrøðiliga próvtilfarið

Sambært Bíbliuni er rætturin til lívið rótfestur og grundlagdur í skapanini. Mannaættin verður ikki uppfatað sum ein kosmisk tilvild, men sum úrslitið av eini nærlagdari skapan av einum ævigum Gudi. Mannavirðið stavar sostatt frá Gudi.

Skapanarsøgan í 1 Mós veitir okkum orsøkina til mannavirðið: “Og Guð segði: »Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd, okkum líkar, og tær skulu ráða yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum á jørðini og yvir øllum skriðkyktunum, sum skríða á jørðini!« Og Guð skapaði mannin eftir síni mynd, í Guðs mynd skapaði hann hann, sum kall og konu skapaði hann tey” (1 Mós 1,26-27).

Bíblian staðfestir altso klárt og tíðiliga, at øll menniskju eru virðismikil, tí at tey eru skapað í Guds mynd. Við øðrum orðum eru menniskju virðismikil vegna tað, sum tey eru, og ikki vegna tað, sum tey kunnu gera. Uttan mun til útsjónd, ættarslag og evni, so hava menniskju eitt óendaligt virði, tí at tey rætt og slætt eru menniskju, sum eru skapað í Guds mynd. Og hetta er ikki nakað, sum er ymiskt frá menniskju til menniskju, men nakað, sum er galdandi fyri øll menniskju. Okkara Guds mynd broytist ikki, og tí kann okkara virði heldur ikki broytast.

LES EISINI  Hvussu við børnum, ið koma frá tí við lívinum eftir eina fosturtøku?

Sostatt kunnu vit eisini taka undir Gregory Koukl, tá ið hann sigur: ”Tað hevur einki at týða, hvussu ung tey eru, ella hvussu gomul tey eru, hvussu lítil tey eru, ella hvussu stór tey eru, hvat ið tey eru før fyri, ella hvat ið tey ikki eru før fyri, um fólk halda, at tey eru virðismikil, dáma tey, ella ikki dáma tey. Tað hevur einki at týða. Hvør einstøk menniskja er vøkur!” Og henda ómissandi vakurleikan hevur hon, tí at hon er skapað í Guds mynd.

Síðan menniskjan er skapað í Guds mynd, og síðani øll hava eitt ómissandi virði (eisini tey óføddu), so er niðurstøðan til hina fyrru logisku fortreytina eisini greið: Tað er skeivt at drepa eina sakleysa menniskju við vilja.

Onnur fortreyt: Við fosturtøku verður ein sakleys menniskja dripin við vilja

Av tí at næstan øll menniskju eru samd viðvíkjandi tí fyrru fortreytini, so er tað í roynd og veru bert ein spurningur, ið ein má fáa greiðu á: Hvat er hitt ófødda? Verður ein sakleys menniskja dripin, tá ið ein fosturtøka verður framd? Hetta er tann brennandi spurningurin!

Um tey óføddu ikki eru menniskju, so er eingin rættvísgering av fosturtøku neyðug, tí at tá er tað ikki nakar moralskur trupulleiki við fosturtøku. Tá er fosturtøka nakað tað sama, sum at trekkja eina tonn ella okkurt líknandi. Men um tey óføddu harafturímóti eru menniskju, so er fosturtøka ein veruligur moralskur trupulleiki, og tá er eingin rættvísgering av fosturtøku nóg góð. Tann avgerandi spurningurin er altso: Hvat er hitt ófødda?

Sjónliga próvtilfarið

Hvat gera læknar, tá ið teir fremja eina fosturtøku? Sjónliga próvtilfarið er ikki til at taka feil av. Við fosturtøku verður ein sakleys og verjuleys menniskja dripin við vilja.

13,5 viku gamalt fostur í hjálma. (C) Adobe Stock

Vísindaliga próvtilfarið

Tað er ein vísindalig sannroynd, at vit eru menniskju líka frá gitnaði. Vit verða ikki spakuliga til menniskju í móðirlívinum, nei, vit menna okkum sum menniskju í móðirlívinum. Og hetta er eisini nakað, sum vit halda á við eftir føðingina. Hitt ófødda er altso ein fullfíggja, einstøk, livandi menniskja:

Fullfíggja: Hitt gitna eggið er fullfíggja líka frá fyrstantíð. Øll upplýsingin, ið nýtist at vera har, er har. Tað einasta, ið tað hevur brúk fyri, er tíð til at vaksa.

Einstøk: Hitt gitna eggið hevur eitt serstakt arvafrøðiligt eyðkenni. Hitt ófødda barnið er sostatt ikki ein partur av mammuni. Harafturímóti er tað ein einstøk vera inni í mammuni.

Livandi: Hitt gitna eggið sýnir alt tað, ið eyðkennir biologiskt lív: stoffskifti, vøkst, reaktión og nøring.

Menniskja: Hitt gitna eggið hevur DNA’ið hjá einari menniskju.

Hitt ófødda er altso ein fullfíggja, einstøk livandi menniskja líka frá gitnaði. Og tað einasta, sum tað hevur brúk fyri, er rætta føðslu og rættar lívstreytir fyri at fara ígjøgnum øll menningarstigini hjá einari menniskju. Hesum við víkjandi undirstrikar Scott Klusendorf: “Fosturfrøðin sigur tað klárt. Líka frá teimum fyrstu menningarstigunum eru tey óføddu serstøk, livandi og heil menniskju. Ein og hvør ‘væleydnað’ fosturtøka tekur tessvegna lívið av einari livandi menniskju.”

Men hvat so við kropsligum avgerðarrætti?

Forsprákarar fyri fríari fosturtøku plaga at siga: Mín kroppur, mín avgerð! Tað er einans kvinnan, sum hevur rættin til at avgera, hvat hon ger við sín egna kropp! Men henda orðingin er misvísandi. Talan er nevniliga ikki bara um eina kvinnu, men um tvær! Fyri ta einu kvinnuna ræður tað um lívsstíl, men fyri hina er sjálvt lívið í váða. Líkasum mamman er hin ófødda eisini ein livandi menniskja og persónur. Og sjálvt um tú ikki sært hana ella hoyrir hana, so boðar kroppurin hjá hini øføddu kvinnuni kortini frá, hvat ið hon veruliga er:

LES EISINI  Fosturtøka: Nú mugu kirkjurnar taka ábyrgd

Hon er livandi. Hon inntekur føði og veksur eins og allar aðrar livandi skepnur. Kroppurin hjá henni mennist í hvørjum, og um tú letur hana vaksa, so fert tú skjótt at síggja, at hon eisini hevur eyguni hjá mammu síni. Hon er livandi!
 
Hon er ein menniskja. Hon er ikki ein hestur ella ein apa, men ein menniskja! Og sjálvt um vit kalla hana fyri eitt fostur, so er hon hóast hetta eitt menniskjafostur. Orðið fostur er einans ein máti at lýsa hennara aldur uppá. Og um vit lata hana liva, so fara vit eisini at lýsa hana sum eitt barn, ein tannáring og ein vaksnan. Í øllum aldursflokkum er hon tað sama: ein menniskja!

Hon er ein persónur. Tá ið mamman velur at enda lívið hjá hini óføddu, so beinir hon ikki fyri einum parti av sínum egna likami. Nei, tað gongur út yvir ein heilt annan persón. Hin ófødda hevur nevniliga sítt egna DNA. Tað er ikki líka sum DNA’ið hjá mammuni ella pápanum. Nei, líkasum tú og eg er hon eisini ein heilt einstakur persónur. Í roynd og veru er tað rættiliga lætt hjá vísindafólki at siga, hvar ið hon byrjar, og hvar ið mamman endar. Tær eru tvær einstakar kvinnur, sum deila sama rúm.

Og hevur tú harumframt nakratíð møtt einum persóni, sum ikki var ein menniskja ella eini menniskju, sum ikki var ein persónur? Ella er hesin skilnaður ímillum at vera ein menniskja og ein persónur kanska nakað, sum fólk hava funnið uppá fyri at gera tað lættari at skúgva hitt eyðsýnda til viks, nevniliga at hon er ein livandi menniskja og persónur?

Men so sigur onkur kanska: ”Hvat ger tað? Hon er jú bara eitt savn av kyknum.” Ja, tað er satt, men er tað ikki eisini satt, at øll menniskju eru eitt savn av kyknum? Og hvussu nógvar kyknur skal ein kvinna eginliga hava, áðrenn vit verja hennara lív? Gevur tað nakra meining at siga, at vit vilja verja hana um nakrar dagar, tí at tá hevur hon nóg nógvar kyknur til at verða roknaða uppí? Nei, tað haldi eg ikki. Hon hevur jú alt tað, sum eyðkennir eina livandi menniskju og persón.

Og tí hava kvinnur rætt, tá ið tær siga: Hendurnar vekk frá mínum kroppi! Kropsligur avgerðarrættur er jú galdandi fyri allar kvinnur – eisini tær óføddu. Eingin hevur rættin til at velja eitt læknaligt inntriv fyri hina óføddu kvinnuna, sum hon ikki hevði valgt sjálv!

Niðurstøða

Heimspekiliga, gudfrøðiliga, sjónliga og vísindaliga próvtilfarið stuðlar fortreytunum, sum eg legði fyri við:

1. Tað er skeivt at drepa sakleys menniskju við vilja.
2. Við fosturtøku verður ein sakleys menniskja dripin við vilja.
3. Tessvegna er tað skeivt at fremja fosturtøkur.

Latum okkum tí ikki longur bara góðtaka tað, sum vit halda, at vit ikki kunnu broyta. Nei, latum okkum heldur stríðast fyri at broyta tað, sum vit als ikki kunnu góðtaka. Latum okkum stríðast fyri teimum minstu! Latum okkum stríðast fyri teimum veikastu! Latum okkum stríðast fyri lívinum!

Kelda: jonhard.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina