Undirtøkan fyri fríari fosturtøku minkar á heimsstigi
Kanning vísir, at undirtøkan fyri fríari fosturtøka minkar um heimin, og henda gongdin kemur eisini til sjóndar í Evropa, skrivar felagsskapurin Retten til Liv á heimasíðu síni.
Ein kanning, sum greiningarstovan Ipsos hevur gjørt við at spyrja meira enn 17.000 fólk í 25 ymiskum londum, vísir, at fólk spakuliga broyta støðu til fosturtøku á heimsstigi. Tey hava fylgt hesum spurningi síðani 2014.
Meirilutin tekur framvegis undir við fosturtøku
Samanumtikið kring heimin liggur undirtøkan fyri fosturtøku, “tá kvinnan vil tað” og “í serligum førum, sum til dømis neyðtøku”, á 70 prosentum í 2020. Hetta talið var 72 prosent í 2014. Mótstøðan móti fosturtøku, sum fevnir um mótstøðu í øllum førum umframt undantakið, tá vandi er fyri lívi kvinnunnar, liggur á 17 prosentum.
Í Evropa er størsta minking í Týsklandi
Eisini í Evropa minka tølini. Tað landið, har stuðulin til fosturtøku er minkaður mest, er Týskland. Har er talið fallið frá 85 prosentum í 2014 til 76 prosent í 2020. Eisini í londum sum Svøríki, Fraklandi og Stórabretlandi minkar undirtøkan. Danmark er ikki við í kanningini.
Her fæst eitt yvirlit yvir úrslitini av kanningini.
Kelda: Retten til Liv