Hvørjir vóru vísmenninir?

Í dag er trettandi jóladagur, sum samstundis boðar frá, at jólahátíðin er um at vera av. Tað er serliga frásøgnin um vísmenninar, sum vitjaðu Jesusbarnið, ið vit seta í samband við trettanda. Men hvat vita vit um vísmenninar?

Tey kristnu í ortodoksu kirkjunum eystanfyri, eitt nú í Russlandi og Grikkalandi, halda jól 6. januar. At halda jól annan av hesum báðum døgunum, 25. desember ella 6. januar, gongur heilt aftur til umleið ár 300, hóast aðrar dagfestingar at halda Jesu føðing eru uppaftur eldri. Í kirkjunum eystanfyri gjørdist 6. januar skjótt jóladagur, men vestanfyri sigraði 25. desember sum jóladagur, og 6. januar bleiv ístaðin hildin til minnis um vísmenninar, sum komu úr Eysturlondum at vitja Jesusbarnið.

Men hvørjir vóru vísmenninir? Teir koma brádliga fram úr myrkrinum, uttan at vit fáa stórvegis at vita um teir, og teir hvørva næstan eins skjótt aftur. Av evangelistunum er tað bara Matteus, sum sigur frá um vísmenninar: “Men tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, sí, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem og søgdu: “Hvar er hin nýføddi Jødakongurin? Tí at vit hava sæð stjørnu hansara har eysturi, og vit eru komnir at tilbiðja hann” (Matt 2,1-2).

Nógvar halgisøgur

Nógvar halgisøgur eru knýttar at vísmonnunum, men tær eru allar íkomnar seinni. So sum at teir vóru tríggir í tali. Við tíðini verða teir eisini sagdir at vera kongar, ið itu Jaspur, Melkir og Baltsar, og sum umboða hvør sína grein av eftirkomarum Nóa og harvið øll heimsins fólkasløg, sum leggja seg á knæ fyri himlanna kongasyni.

Tó munnu summar av hesum halgisøgum hava fingið íblástur frá bíbliutekstunum.

At teir vórðu hildnir at vera tríggir í tali, kann koma av, at Matteus evangelistur sigur frá, at teir góvu Jesusbarninum tríggjar gávur, gull, roykilsi og myrru (2,11). Eisini profeteraði Jesaja profetur um kongar, sum koma úr fjarløgdum londum og stevna at tí ljósinum, sum Gud skal birta. Millum annað skulu kamelflokkar koma úr Midian, Efa og Sába og bera fram sínar dýru gávur, eitt nú gull og roykilsi (60,1-6).

LES EISINI  Hvar er kongurin?

Stjørnuspekingar

Vísmenninir komu úr Eysturlondum, tað er annaðhvørt Arabia, Bábilon ella Persia. Tað mest sannlíka er, at teir vóru stjørnuspekingar – astrologar. Tað var eingin serligur skilnaður millum stjørnuspeki (astrologi) og stjørnufrøði (astronomi), og vísmenninir høvdu kunnleika til bæði. Teir kundu spáa, hvussu stjørnur og gongustjørnur ferðaðust á himmalhválvinum, eins og stjørnufrøðingar gera í dag, og út frá tí tulkaðu teir so eisini tekin og fyriboðanir, eins og stjørnuspekingar halda seg duga.

Tað var vanligt fyri kongar nógvastaðni í Miðeystri tá at hava slíkar vísmenn afturat sær, sum kundu meta um framtíðina útfrá stjørnum, dreymum, mystiskum bókum og tílíkum og á tann hátt ráðgeva kongi.

Tað kann hugsast, at hesir komu úr Bábylon, har nógvir jødar búðu, og at teir tí vistu, at jødar væntaðu ein Messias. Komu teir úr Persia, hoyrdu teir enntá til eina prestastætt, sum ráðgav kongi. Hvaðani teir so komu, so sóu teir eina stjørnu, sum segði teimum, at nakað stórt var við at henda, og roknaðu seg fram til, at tað mundi vera jødakongurin, sum varð føddur. Tí komu teir til Jerusalem at leita eftir honum. Ein høvuðsstaður er jú ein hóskandi staður fyri ein kong at verða føddur.

Ikki sørt av speisemi

Tað kann undra, at stjørnuspekingar fáa ein so heiðurligan leiklut í Bíbliuni, tí fleiri staðni í Bíbliuni verður stjørnuspeki speirikin, og ávarað verður eisini harðliga ímóti at fáast við nakað slag av heidnum spádómum (t.d. Jes 47,13-15; Jer 10,1-2; Dán 1,20).

Hinvegin er eisini eitt ávíst speisemi í frásøgnini hjá Matteusi, tí vísmenninir við stjørnuspeki síni gingu jú skeivt!

Teir leitaðu til Jerusalem, har teir roknaðu við at finna nýfødda jødakongin, men har var hann ikki at finna! Í grundini er tað Heródes kongur, sum leiðir teir aftur á beint. Tá Heródes frættir um vísmenninar, ein nýføddan kongason og stjørnu hansara, biðir hann tátíðar gudfrøðingar og løgfrøðingar – høvuðsprestarnar og teir skriftlærdu – siga sær, hvar Messias eigur at verða føddur. Tað svara teir – út frá bíbilsku profetunum (Mika 5,1 og 2 Sám 5,2) – og eftir hesum sendir Heródes vísmenninar avstað til Betlehem at finna kongin. At hann so ger tað, tí hann hevur í kvittanum at gera av við henda hóttandi kappingarneytan, er nakað annað.

LES EISINI  Betlehemsstjørnan

Ein møgulig tulking av stjørnuni

Vísmenninir fóru avstað at finna nýfødda jødakongin, “tí teir høvdu sæð stjørnu hansara har eysturi”. Um henda stjørnan ikki var eitt yvirnatúrligt fyribrigdi, vóru fleiri møguligar astronomiskar hendingar hesi árini, sum kundu fingið vísmenninir at fara ta longu leiðina heimanífrá at finna nýfødda jødakongin. Eitt nú støðu gongustjørnurnar Jupiter og Saturn í samstøðu í ár 7 f.Kr. Forni heimurin setti Jupiter í samband við kongar og valdsmenn, og Saturn settu tey í samband við jødiska fólkið.

Ikki tí, eisini í Gamla testamenti verður komandi frelsarakongurin settur í samband við eina stjørnu: ”Stjørna rennur upp av Jákupi, veldissproti rísur av Ísrael” (4 Mós 24,17). Tó at tað her er kongurin, sum er ein lýsandi stjørna, og ikki ein stjørna, sum leiðir stjørnuspekingar, so kann tað hugsast, at vísmenninir hava kent hetta profetaorðið og tí hava sett samstøðuna hjá Jupiter og Saturn í samband við orðini í skriftunum hjá jødum.

Matteus greiðir frá, at “tá ið [vísmenninir] høvdu lýtt á kongin (í Jerusalem), fóru teir avstað; og sí, stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var” (9. vers). Tað ljóðar sum eitt yvirnatúrligt fyribrigdi, men gevur eisini meining, um ein sær fyri sær, at vísmenninir eru farnir eftir vegnum frá Jerusalem suður til Betlehems um kvøldið ella náttina. Teinurin er 8 kilometrar, og túrurin kann taka umleið tveir tímar.

Hesa løtuna hava teir kunnað eygleitt á himmalhválvinum sunnanfyri, hvussu Saturn – av tí at jørðin eisini melur – hevur flutt seg eitt fitt petti úr landsynningi og vestureftir, til hon stendur hægst á himlinum í beinan sunnan yvir Betlehem, júst tá teir komu fram til bygdina, sum Heródes vísti teimum á.

Rúma tíð eftir føðingina

Ofta verður jólaevangeliið lýst so, at vísmenninir vitja Jesusbarnið í krubbuni stutt eftir hirðarnar á markini. Men út frá frásøgnini hjá Matteusi kunnu vit rokna við, at ein tíð gongur, áðrenn vísmenninir koma á vitjan. Tá Heródes kongur í øðini gevur boð um drepa øll dreingjabørn í Betlehem upp til tvey ára aldur – eftir íbúgvatalinum helst um 20 børn – er tað út frá tíðini, sum hann hevur fingið at vita frá vísmonnunum, nær stjørnan var komin til sjóndar í Eysturlondum. Tí logikkurin er, at tá varð barnið føtt.

LES EISINI  Betlehemsstjørnan

Pátrúnir heidningar viðurkenna Jesusbarnið

Hóast vísmenninir vóru heidningar, sum fingust við nakað so stoytandi sum at spáa, og hóast teir gingu skeivt, er eitt annað speisemi í frásøgnini, at teir kortini verða lýstir nógv meira jaliga enn Heródes kongur. Jødar vildu ikki viðurkenna Heródes sum jøda, tí hann hevði idumeiska bakgrund (frá økinum, sum í Gamla testamenti verður nevnt Edóm). Kortini var hann kongur í Jerusalem, einans átta kilometrar frá Betlehem.

Heródes hevði atgongd til heilagu skriftirnar og ráðførdi seg við ta gudfrøðiligu serfrøðina, men hann fann ongantíð Jesus.

Hinvegin búðu vísmenninir langt burtur og vóru pátrúnir heidningar. Men teir ferðaðust ta longu leiðina, funnu Jesus og viðurkendu hann, ja, løgdu seg á knæ fyri honum og tilbóðu hann.

Vánaligt PR

Samstundis sum tað kann undra, at frásøgnin um heidnu vísmenninar er tikin við í jólafrásøgnina, er tað við til at styrkja trúvirðið hjá frásøgnini. Tí Matteus evangelistur er jødi, sum skrivar til jødar, fyri at vísa á, at alt, sum hendi við Jesusi úr Nasaret, uppfylti profetaorðini um Messias í heilagu jødisku skriftunum. Hann skrivar til jødar, sum hava andstygd fyri øllum heiðinskapi, ið Móselógin eisini strangliga bannaði.

Tí er lítið hugsandi, at júst Matteus tekur eina slíka frásøgn við, um hon er íspunnin. Sagt á ein annan hátt hevði tað avgjørt ikki verið gott fyri umdømið hjá Jesusi at givið honum slíkar (so) heidnar vinir.

Onkur hevur samanborið tað við ein politikara, sum letur seg avmynda saman við einum mafialeiðara; tað er ikki gott PR. Júst tað at ein slík pínlig og meira at kalla stoytandi frásøgn verður tikin við, styrkir í roynd og veru trúvirði hennara.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina