Í minsta lagi 14 kristin dripin í kirkju í Burkina Faso í gjár

Vápnaðir menn lupu á eina protestantiska kirkju eystarlaga í Burkina Faso í gjár, tá tey hildu 1. sunnudag í advent. Hermenn jagstra nú álopsmenninar, upplýsir stjórnin í vesturafrikanska landinum í eini fráboðan.

Álopið hendi í bygdini Hantoukoura nærhendis markinum til Niger í Est-landslutinum. Herfólk hjá Burkina Faso røkta tey særdu og rannsaka økið. Umframt tey 14, sum eru váttað at vera deyð, eru fleiri særd.

Kontaktir hjá Open Doors siga, at millum tey dripnu er presturin Tchintchiéba Ouoba og fimm tannáringar.

Roch Marc Christian Kabore, forseti, segði á Twitter, at hann fordømdi “tað barbariska álopið”. Kabore segði seg hava djúpastu samkenslu við teimum familjum, ið eftir sita, og ynskti teimum særdu skjótan bata.

Í ár hevur ein islamistiskur uppreistur fest í etniskar og átrúnaðarligar spenningar í Burkina Faso, og tað ger tað ómøguligt at stýra pørtum av landinum, serliga í økjum norðarlaga móti markinum til Mali.

Harðskapurin í gjár fór fram í einum ófriðarligum øki, sum seinasta árið hevur verið fyri álopum, ið hildið verður stava frá jihadistum við tilknýti til Al Qaida og IS.

LES EISINI  Leah ikki leyslatin enn

Tað er hent fleiri ferðir í ár, at kristin verða álopin, júst meðan tey eru saman til tilbiðjan og gudstænastu, og tað er nakað nýtt í hesum vesturafrikanska landinum, sum leingi hevur verið errið av sínum átrúnaðarliga tolsemi.

Hundraðtals fólk eru dripin seinasta árið, og næstan ein millión eru noydd at flýggja frá heimum sínum.

 

Kelda: Kristelig Pressekontor og Open Doors

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina