India herðir mótstøðuna móti umvendingum

– Vit eru stúrin um gongdina í India og fyri okkara indisku samstarvsfelagsskapum, sigur altjóða leiðari hjá norska missiónsfelagsskapinum Normisjon.

Myndugleikarnir í India krevja nú, at øll starvsfólk í almannagagnligum felagsskapum, sum fáa útlendska fígging, skulu skriva undir uppá, at tey ikki vilja luttaka í átrúnaðarligum umvendingum.

Indiska innanríkisráðið kunngjørdi mitt í september, at ein lóg um útlendsk íkast í landinum er herd, sigur Economic Times. Hvørt starvsfólk skal skriva undir uppá, at tey ikki hava verið við í átrúnaðarligum umvendingum. Fyrr kravdu reglurnar einans, at ovastu embætisfólk skuldu skriva undir, tá tey søktu um almennan stuðul. Hetta skrivar The Christian Post.

Normisjon er stúrin

Norski missiónsfelagsskapurin Normisjon hevur í meira enn 150 ár verið virkin í missiónsarbeiði í India og stuðlar framvegis fleiri samstarvsfelagsskapum har, hóast tey ikki hava egin starvsfólk í landinum.

– Tað verður alsamt torførari fyri ymiskar minnilutar í India, og vit stúra fyri gongdini. Vit eru spent at síggja, hvussu nýggjastu herðingarnar fara at roynast, tí vit hava ikki sæð fylgjurnar av teimum enn, sigur Dag-Håkon Eriksen, altjóða leiðari í Normisjon, við Kristelig Pressekontor.

LES EISINI  Norðurkorea sýnir heiminum nýmótans krígsvápn; 75.000 kristin handan rimarnar

– Vit eru greið um, at hvørki vit ella samstarvsfelagsskapir okkara umvenda nakran. Tá fólk koma til kristna trúgv, er tað teirra egna avgerð, greiðir Eriksen frá og leggur afturat, at kirkjurnar arbeiða við egnum váttanum til teirra, sum vilja verða doypt, har tey vátta, at tey eru komin til trúgv av egnari sannføring.

Hóttanir og álop

Eriksen greiðir frá, at nógvir hindu-nationalistar tulka lógirnar soleiðis, at evangelisering í sjálvum sær er at taka lut í átrúnaðarligari umvending.

– Samstarvsfelagsskapir okkara vilja hava skil í, men mong eru fyri hóttanum og ágangi. Eitt nú vórðu nøkur ung frá einari av okkara samstarvskirkjum fongslað í fleiri vikur, tá tey fóru til eina bygd at vitja nøkur kristin.

Fleiri statir í India hava anti-konverteringslógir, sum ofta verða misnýttar av hinduistiskum nationalistiskum bólkum, ið leggja prestar ella onnur undir ólógliga at umvenda fólk við gávum ella valdi. Summastaðni verða sovorðin brot revsað við øllum frá trimum til sjey ár í fongsli.

LES EISINI  Kristnar kvinnur bøta tvífalt

– Nógv vilja vera við, at hesar lógirnar stríða ímóti grundlógini í India, sum er verðslig. Vit vilja halda fram við at stuðla og stríða fyri støðuni hjá minnilutum í India, sigur Eriksen.

Rakar kristin

Áhugabólkar í India halda, at ætlanin við nýggju reglunum er, at tær skulu raka kristnar felagsskapir. Um 4,8 % av indiska fólkinum eru kristin.

– Tað tykist sum, at endamálið við hesum nýggju broytingunum er, at tær skulu raka felagsskapir, sum eru stýrdir av minnilutum, sigur Sajan K. George, forseti fyri Global Council of Indian Christians, við katólsku tíðindastovuna AsiaNews.

Hann heldur, at tað eru bólkar uttast á høgraveinginum, sum skapa sekteriskar spenningar og sum ákæra felagsskapir fyri átrúnaðarligar umvendingar uttan prógv ella smíða tær.

– Hesar nýggju tillagingarnar fara at skapa ótta fyri, at sjálvbodnir felagsskapir verða skotskiva, og at skráseting teirra verður strikað, og bankakontur teirra verða frystar. Hetta fer at fevna um ein og hvønn felagsskap, ið hevur ein málsetning, sum í breiðastu merking kann tulkast sum sekterisk ósemja, ella verður ákærd fyri konverteringar.

LES EISINI  Dómarar mæla iranskum kristnum til at avnokta sína trúgv

 

Kelda: Kristelig Pressekontor

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina