– Jesu uppreisn fór veruliga fram og broytir alt – fyri einstaka menniskjað og fyri allan heimin

Ber til at prógva, at Jesus reis upp? Og um tað ber til, hevur tað so týdning fyri okkum nútíðarmenniskju – tað eru hóast alt 2.000 ár síðani? Vit hava prátað við Jonhard Jógvansson, næsta sóknarprest í Eiðis prestagjaldi, um Jesu uppreisn.

Tað er týðiligt, at Jonhard Jógvansson er bitin av Jesu uppreisn. Í gudfrøðiútbúgving síni skrivaði hann høvuðsritgerð um søguligu prógvini fyri, at Jesus veruliga reis upp, og í átta greinum her á Trúboðanum næstu vikurnar grundgevur hann fyri, at tað gevur sera góða meining at trúgva, at Jesus reis upp heilt ítøkiliga.

Kirkjugongd og sunnudagsskúli hava givið nógv

Jonhard er 42 ára gamal og uppvaksin í Saltangará. Sum lítil varð hann leiddur bæði í kirkju og í sunnudagsskúla.

– Abbi plagdi altíð at seta seg á sama bonk í kirkjuni. Eg minnist, hvussu væl omma og abbi sungu við sálmunum. Eg ivist ikki í, at eg havi fingið nógv gott við mær bæði úr kirkjuni og úr sunnudagsskúlanum, sigur Jonhard.

Jonhard er giftur við Tordis Kristiansdóttir úr Fuglafirði, og tey eiga tríggjar synir í aldrinum 7 til 2 ár. Jonhard lærdi fyrst til timburmann, men tá hann hevði staðið sveinaroyndina, fluttu tey niður til Danmarkar, tí Tordis skuldi specialisera seg sum lækni.

– Tí fekk eg møguleikan at fara undir gudfrøðilesnað, ein dreymur, sum eg leingi hevði gingið við og sum nú er vorðin veruleiki. Eg varð prestvígdur í Helsingør dómkirkju 13. mai í fjør; ein sera stórur dagur fyri meg! Í løtuni eri eg avloysari í Solvang Kirke á Amager, men í summar byrjar ein nýggjur og spennandi kapittul, tá eg skal byrja sum sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi. Eg eri ómetaliga takksamur fyri henda møguleikan og gleði meg til at koma at kenna nógv nýggj fólk, sigur hann.

Valdi uppreisnina, tí hon er avgerandi fyri kristnu trúnna

Jesu uppreisn var evnið, Jonhard valdi at skriva høvuðsritgerð um, og nærri lýst skuldi ritgerðin kanna, hvussu sannlíkt tað er søguliga, at Jesus veruliga reis upp. Serliga skuldi hann hyggja nærri eftir sonevndu “minimal-fakta-tilgongdini”. Tað er ein grundgeving fyri, at Jesus veruliga reis upp, einans út frá teimum sannroyndum, sum allarflestu granskarar, eisini teir mest kritisku, eru samdir um. Vit spyrja Jonhard, hví hann valdi júst Jesu uppreisn at kanna nærri:

– Eg vildi fegin viðgera nakað, sum var heilt avgerandi fyri kristnu trúnna. Eg skuldi jú brúka eitt hálvt ár av mínum lívi uppá hetta, og tí skuldi tað eisini vera nakað, sum eg kundi taka við mær inn í prestagerningin. Tankagongdin hjá Paulusi í Fyrra Korintbrævi 15,13-14 var eisini við til at leiða meg inn á spurningin um Jesu uppreisn sum eina søguliga hending. Her sigur Paulus nevniliga: ”Men er uppreisn av deyðum ikki til, tá er Kristus ikki heldur risin upp; men er Kristus ikki risin upp, tá er prædika okkara fáfongd, tá er eisini trúgv tykkara fáfongd.” Okkara prædika og trúgv er altso treytað av hesi eini hendingini!

– Eg vildi eisini sjálvur hyggja eitt sindur nærri eftir grundarlagnum til kristindómin. Tí um kristindómur ikki hevur eitt gott grundarlag, um Jesus ikki er risin upp, hví skal eg so arbeiða sum prestur og boða ein falskan uppreisnarboðskap?

Og eg má siga, at eg eri sera glaður fyri valið, tí arbeiðið hevur í roynd og veru styrkt meg í trúnni á ta livandi vónina, sum Pætur skrivar um í Fyrra Pætursbrævi 1,3. Hetta er ein tekstur, sum verður lisin, bæði tá ið vit verða doypt, og tá ið vit fara til jarðar. Hann fevnir sostatt um alt lívið, líka frá doypifuntinum til grøvina. Tað er ein livandi vón, sum vit boða í kirkjuni – ein vón, sum vit bæði kunnu liva og doyggja uppá, greiðir Jonhard frá.

LES EISINI  Sannroyndirnar um Jesu uppreisn III - Paulus og Jákup vendu brádliga um eftir Jesu uppreisn

Hann leggur afturat, at stutt áðrenn hann fór í holt við ritgerðina, var mikil orðadráttur í Danmark júst um uppreisnartrúnna. Í Jyllands-Posten hevði ein prestur nevniliga sagt: ”Eg kann ikki trúgva uppá, at Jesus reis likamliga upp úr grøvini. Tað verður ov yvirnatúrligt fyri meg. Men tað er ein sera týdningarmikil søga.” Í sambandi við jarðarferðir kendi hesin sami presturin seg tí noyddan til at koma við einari lítlari ”neyðlygn”, tá ið hann talaði um, at vit skulu síggja tey aftur, sum vit missa her.

– Alt hetta var eisini við til at eggja meg til at skriva um Jesu søguligu og likamligu uppreisn. Sum komandi prestur skuldi eg jú eisini tala til jarðarferðir, sigur Jonhard.

Trúarverja er umráðandi

Tá kristin sakliga grundgeva fyri, hví tey trúgva, at Jesus veruliga reis upp, verja tey sína trúgv, og júst trúarverju hevur Jonhard gjørt nógv við seinastu árini.

– Tað byrjaði við einari bók. Fyri umleið 10 árum síðan las eg “Defending your Faith” (“at verja sína trúgv”) eftir R. C. Sproul, sála. Sproul legði dent á, at tað er skynsamt at trúgva á Gud og á tað, sum Jesus segði og gjørdi. Tað var við til at kveikja mín áhuga fyri trúarverju. Men áhugin komst eisini av, at eg sjálvur hevði brúk fyri at kanna slíkar spurningar nærri, so sum: Er Gud til? Um Gud er góður, hví er tá so nógvur óndskapur í heiminum? Er Nýggja testamenti søguliga álítandi? Og so framvegis. Og við tíðini er hesin áhugi bert vaksin, greiðir Jonhard frá.

Áhugin at lesa og skriva um trúarverju hevur skumpað undir Jonhard at fáa sær heimasíðuna www.apologia.dk Grikska orðið apologia merkir verjutala ella at veita verju, og Pætur brúkar hetta orðið í fyrra brævi sínum 3,15: “…men halgið Krist sum Harran í hjørtum tykkara; verið altíð búnir til verju (apologia) fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta”. Jonhard vísir á, at Bíblian sostatt eggjar okkum til at trúarverju, ofta nevnt apologetik.

Apologia.dk

Fortreytirnar hjá tí, sum granskar, ávirka úrslitið

Tá vit tosa um, at ein deyður rísur upp, so tosa vit um eitt undur, og í ritgerðini mátti Jonhard tí fyrst kanna, um undur yvirhøvur kunnu henda. Altso spenningurin millum undur og náttúrulógir. Tí tá ið talan er um eitt undur, hava heimspekiligar fortreytir sjálvandi ein avgerandi leiklut. Hann hugdi nærri eftir trimum heimspekiligum ástøðum, hjá David Hume, Søren Kierkegaard og Wolfhart Pannenberg. Jonhard sigur, at niðurstøðan til henda part var, at møguleikin fyri einum undri ikki skal útihýsast, áðrenn ein hevur granskað próvtilfarið.

LES EISINI  Er tað møguligt at rísa upp frá deyðum?

– Tað gekk upp fyri mær, hvussu stóran leiklut heimspekiligu fortreytirnar hava, og tað leggur Pannenberg eisini dent á.

Um søgufrøðingurin fer undir sítt arbeiði við tí vissu, at deyð ikki rísa upp, so hevur hann longu gjørt av, at Jesus heldur ikki er risin upp frá deyðum.

Ein kemur jú ongatíð til ta niðurstøðu, at eitt undur er hent, um ein frammanundan er vissur í, at undur ikki henda. Viðvíkjandi einum søguligum undri er tað tí best at lata keldurnar tala fyri seg.

Hetta leiddi Jonhard til annan høvuðspart, har hann viðgjørdi søguliga keldutilfarið til Jesu uppreisn. Serliga dvøldi hann við Fyrra Korintbræv 15,3-8:

– Hesin tekstur er áhugaverdur søguliga, tí hann er eitt slag av trúarjáttan, sum kann førast heilt aftur til tey fyrstu kristnu og sum dregur saman um meginreglurnar í kristnu trúnni: At Jesus doyði fyri okkara syndir, at hann varð jarðaður, at hann varð reistur upp triðja dagin, og at hann varð sæddur. Hesar meginreglur leiddu meg síðani til triðja høvuðspart, har eg viðgjørdi fimm søguligar sannroyndir viðvíkjandi Jesu uppreisn – sannroyndir, sum stórt sæð allir granskarar eru á einum máli um:

  1. Jesu krossfesting og deyði.
  2. Lærusveinarnir trúðu, at Jesus reis upp frá deyðum og sýndi seg fyri teimum.
  3. Paulus broyttist brádliga.
  4. Jákup, bróðir Jesusar, broyttist brádliga.
  5. Grøvin var tóm.

Uppreisnin er tann mest sannlíka frágreiðingin

Í fjórða og síðsta høvuðsparti viðger Jonhard so spurningin, hvør tann besta frágreiðingin til hesar søguligu sannroyndirnar man vera.

– Og eg komi til ta niðurstøðu, at Jesu uppreisn er tann besta frágreiðingin til allar fimm sannroyndirnar, og at noktanin av uppreisnini er meira tongd at heimspeki enn søgufrøði.

Tí um ein granskar tað søguliga tilfarið, uttan at útihýsa uppreisnini frammanundan, er niðurstøðan greið: Jesus reis upp frá deyðum, staðfestir Jonhard eldhugaður.

– Tað er einki at ivast í, hvat lærusveinarnir søgdu: Teir høvdu veruliga sæð hin upprisna Jesus. Grikska orðið ōphthē (“hann varð sæddur”) sipar nevniliga til, at Jesus veruliga kom til sjóndar, og at tað ikki einans var ein holdsleys hending, sigur Jonhard.

(Hilmar Højgaard: Jesus og Maria Magdalena uttanfyri tómu grøvina)

Einans ein likamlig uppreisn kann geva okkum veruliga vón

Jonhard er avgjørdur, tá prátið kemur inn á kjakið seinastu árini, har fleiri hava sagt, at vit saktans kunnu játta trúnna á uppreisnina, uttan at hetta nýtist at vera ein likamlig uppreisn.

LES EISINI  Hann er risin upp! - Ein gjøgnumgongd av 1. Korintbrævi 15,3-8 (fyrri partur)

– Jesus kom fyri at frelsa menniskjað í síni heild, tað er likamliga, sálarliga og andaliga. Um hann ikki er risin upp frá deyðum likamliga, er hann heldur ikki risin upp sum menniskja. Og so er heldur eingin frelsuvón fyri menniskju, svarar Jonhard.

Jonhard endurgevur Aksel Valen-Sendstad, sum í bókini “Den tomme grav” leggur dent á, at Jesu likamliga uppreisn talar ímóti deyðanum sum eini oyðing av okkara likami og sum einum endaligum skilnaði við okkara kæru. Tvørturímóti hevur Jesu likamliga uppreisn við sær, at deyðin hjá teimum kristnu einans er ein fyribils skilnaður. Líkasum tann upprisni Jesus sá lærusveinarnir aftur, og teir sóu hann, soleiðis skulu vit eisini síggja okkara kæru aftur, og tey skulu síggja okkum.

– Omma mín plagdi at syngja: ”Møtast og skiljast er lívið her; skiljast og møtast, tann vónin ber!” Sjálvt um tað nú eru nógv ár síðani, at hon doyði, kann eg við tí livandi vónini, sum eg eigi í Jesu likamligu uppreisn, eisini líta fult og fast á, at vit ein dag skulu møtast aftur. Tað verður gott, slær Jonhard vónríkur fast.

Uppreisnin alt at týða í kirkjunnar boðan

Vit koma at enda inn á, hvønn týdning Jesu uppreisn hevur fyri Jesu kirkju nú á døgum, bæði tann einstaka kristna og tann boðskap, sum kirkjan er sett at boðað. Tað eru hóast alt næstan 2.000 ár síðani hesa hending.

– Kristna trúgvin stendur og fellur við spurninginum um Jesu uppreisn, svarar Jonhard avgjørdur og endurgevur Timothy Keller í bók síni “The Reason for God: “Um Jesus reis upp frá deyðum, so mást tú eisini góðtaka alt tað, sum hann segði; um hann ikki reis upp, hví so stúra fyri nøkrum, sum hann segði? Tann avgerandi spurningurin er ikki, um tær dámar hansara læru ella ikki, men um hann reis upp frá teimum deyðu ella ikki.”

Jonhard heldur fram: – Uppreisnin er avgerandi fyri allan kristindómin. Jesu likamliga uppreisn mitt í heimssøguni broytti alt fyri lærusveinarnar og fyri allan heim. Hon var startskotið til kristnu kirkjuna, og uttan hana hevði kristindómur als ikki verið til. Tað var hon, sum gav tí vónbrotna Pæturi eina nýggja og livandi vón, sum hann bæði kundi liva og doyggja uppá. Og hesin gleðiboðskapurin hevur tann sama máttin nú á døgum sum tá. Jesu likamliga uppreisn boðar okkum, at Jesus hevur vunnið á deyðanum, og at deyðin ikki fær síðsta orðið! Sum Jesus reis upp, skulu vit, sum trúgva á hann, eisini rísa upp. Uppreisnin hevur altso nakrar ómetaliga stórar fylgjur fyri okkum – bæði fyri einstaklingin og fyri alla ta kristnu boðanina.

– Vit kunnu leggja okkara lív, deyða og ævinleika í hansara sterku hendur og liva og doyggja í vónini um sameiningina í Himlinum. Tað er henda livandi vónin, sum vit øll hava brúk fyri.

Og tað er hesa livandi vón, vit sum kristin kirkja eisini eru send út í heimin at boða, sigur næsti sóknarpresturin í Eiðis prestagjaldi at enda.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina