Jesus vil og kann

Sunnudagin byrjar missiónsvikan í Tabor á Toftum við einum familjumøti, og tiltøkini halda fram alla næstu vikuna við fjølbroyttari skrá. Heitið á missiónsvikuni 2019 er: “Jesus vil og kann”.

Lagt verður fyri sunnudagin við familjumøti, har Mariann og Pól Jákup Poulsen tala. Eftir møtið verður nátturði.

Úr skránni kann eisini verða nevnt, at mikukvøldið heldur Tabor 25 ára føðingardag. Tað verður hildið við døgurða kl. 18:00, har øll eru vælkomin. Síðani er møti kl. 19:30, har Olga Magnussen talar, og bæði streingjakórið og The Gadders syngja. Eftir møtið verða øll boðin til ein góðan drekkamunn.

Á missiónsvikum á Toftum er ofta sami talari øll kvøldmøtini um vikuskiftið, og so verður aftur í ár. Hesaferð talar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið.

Annars kann verða nevnt, at frá mánamorgni til fríggjamorgun er bønarløta hvønn morgun kl. 7 í loftsstovuni.

 

Øll skráin er henda:

 

Sunnudagin 10. februar kl. 17:00: Familjumøti

LES EISINI  Skjótt byrja missiónsvikurnar aftur

Mariann D. og Pól Jákup Poulsen tala

Innsavnan til sunnudagsskúlan

Aftaná verður nátturði

 

Mánadagin 11. februar kl. 19:30: Møti

Ovi Brim, prestur, talar

Kirkjukórið syngur

 

Týsdagin 12. februar kl. 19:30: Møti

Malmberg Olsen talar

Menn úr Rituvík syngja

 

Mikudagin 13. februar (føðingardagur) kl. 19:30: Møti

Olga Magnussen talar

Streingjakórið og The Gadders syngja

Innsavnan til húsið

 

Hósdagin 14. februar kl. 19:30: Møti

Petur Martin Glerfoss talar

Jan Jacobsen syngur

 

Fríggjadagin 15. februar kl. 19:30: Møti

Torleif Johannesen talar

Møðgurnar av Argjum syngja

 

Leygardagin 16. februar

Kl. 10:00 Morgunmatur. Bíbliutími við Sverra Steinhólm

Kl. 16:00 Barnamøti. Jóna og Kaj Eli Hansen tala.

Børnini fáa okkurt gott aftaná

Kl. 19:30 Møti. Torleif Johannesen talar

Effata syngur

Kl. 22:30 Lovsangsløta

 

Sunnudagur 17. februar

Kl. 11:00 Gudstænasta við altargongd í Fríðrikskirkjuni við Ova Brim, presti

Kl. 15:00 Sunnudagsskúli

Kl. 19:00 Møti. Torleif Johannesen talar

Taborkórið syngur

Innsavnan til Heimamissiónina

LES EISINI  Missiónsvika í Meinigheitshúsinum á Skála 5. til 12. februar 2023

 

Frá mánadegnum til fríggjadagin verður bønarløta í loftsstovuni kl. 7:00 á morgni

Hvørt kvøld verður bønarløta í loftsstovuni hálvan tíma áðrenn møtið

Aftaná møtið verður drekka í kjallaranum

Barnaansing verður í vikuskiftinum

Bókasøla verður undir missiónsvikuni

 

Hjartaliga vælkomin til møtini!

Jesus vil og kann

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina