Jólaborðhald fyri hjún 2020 avlýst

Enn eitt av teimum sera vælumtóktu tiltøkunum hjá Heimamissiónini er nú avlýst orsaka av koronu.

Hesaferð er tað Jólaborðhaldið fyri hjún 2020, sum er avlýst. Jólaborðhaldið er eitt sera væl vijtað tiltak, og vanliga er tað fullteknað við umleið 350 fólkum, og afturat tí, einum sera langum bíðilista.

– Vit harmast stórliga um, at vit eisini eru noydd til at avlýsa Jólaborðhaldið, men vit fylgja tilmælunum til fulnar og vóna og biðja virkuliga at komandi ár lovar nakað betri, verður sagt úr Eindini, sum er familjurarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

LES EISINI  Jólaborðhald fyri hjún: Tilmeldingin letur upp 26.okt
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina