Kamarslonin: Málaraarbeiðið um at vera liðugt – timburmenninir kunnu fara í gongd

Tað gongur væl við at innrætta nýggju kamarslonina í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta er arbeiðið, sum sjálvboðin gera og sum miðjað verður eftir at fáa liðugt um tríggjar mánaðir. Málaraarbeiðið er um at vera liðugt, og málararnir fáa illa gjørt meira, fyrrenn timburarbeiðið er gjørt. Timburarbeiðið er í høvuðsheitum tilsetningar rundan um vindeyguni og niðurhongd loft inni á kømrunum.

Tí er nú klárt hjá timburmonnum at fara í gongd. Ábyrgd fyri timburarbeiðnum hevur Hans Jákup Hansen á Nesi.

Annars er sjálvlbodna arbeiðið skipað soleiðis:

Dávur Reinert Hansen á Toftum (227894) samskipar arbeiðið.

Álitispersónar eru:

Máling: Eskild Hansen (215089) og Óli Poulsen, Klaksvík (225690)

El: Jógvan Reynslág, Argir (291232)

Timbur: Hans Jákup Hansen, Nes (225368)

Uttandura: Jørgen F. Andreasen, Leirvík (593070)

HVS: Bartal Danielsen, Strendur (290388)

Fólk venda sær so til álitispersónarnar fyri tað fakið, sum ein heldur seg til at vera við í. Ein skal ikki halda seg aftur, tí brúk er fyri nógvum fólki.

LES EISINI  Nógv verður gjørt burturúr vígsluni í Nesvík leygardagin 27. apríl

Nýggja kamarslonin er í tveimum hæddum við seks hjúna- og familjukømrum á hvørjari hædd, við baði/vesi. Eitt kamar á hvørjari hædd er serliga handikapvinarligt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina