Kina umskrivar Bíbliuna

Kinverska stjórnin er í fer við at umskriva Bíbliuna eftir kommunistiskum meginreglum, skrivar The Voice of the Martyrs.

NGO’arin VOM, ið verjir mannarættindini fyri forfylgt kristin, ávarar nú um, at Kina er byrjað implementeringina av at umskriva Bíbliuna.

“Tað er ein verkætlan, sum kommunistaflokkurin kunngjørdi í 2019. Tá væntaðu tey, at hetta fór at taka 10 ár, eitt arbeiði, ið umfatar útgávu av eini heilt nýggjari umseting av Bíbliuni,” segði talsmaðurin hjá VOM, Todd Nettleton herfyri í eini samrøðu við Faithwire.

Nýggja umsetingin sigst skula innihalda fleiri meginreglur úr bæði konfusianismuni og buddismuni. Men fyrst og fremst skal umsetingin stuðla kinverska kommunistaflokkinum.

Á Facebook hevur VOM víst á, at Bíblian hjá kommunistaflokkinum fer at innihalda “sosialistisk kjarnuøki”, og at tey tekstbrot, ið ikki eru í tráð við kommunistisku hugsjónirnar, verða strikað.

Eitt dømi upp á hesar víðfevndu broytingar eru sjónligar í eini lærubók fyri næmingar á miðnámsstøði, ið kom út í 2020. Her eru fleiri ørindi broytt í Jóh.8, har Jesus fyrigevur eini kvinnu, ið varð tikin í ótrúskapi. Staðin fyri at fyrigeva endar tað við, at Jesus í tí kommunistisku útgávuni sjálvur steinar kvinnuna við fylgjandi orðum: “Eisini eg eri ein syndari”.

LES EISINI  Kirkjur frá sær sjálvum eftir fleiri Bíblium

Todd Nettleton er skelkaður yvir, at hesin umskrivaði tekstur so fullkomiliga broytir myndina og fatanina av Jesusi. “Øðrumegin er tað hugmóð at hugsa, at at tað ber til soleiðis at broyta søguna um Jesus. Men her avnokta tey sjálvan guddómleika Krists. Um Jesus er ein syndari, ja, so er hann ikki Gud,” slær Todd Nettleton fast.
Udfordringen: Bodil Lanting

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina