Kirkjurnar í Sri Lanka hava tørv á forbøn

– Eg minnist enn, hvar eg var, tá eg hoyrdi nýggjheitina um bumbuálopið um páskirnar í 2019, fortelur René Ottesen, aðalskrivari í Open Doors. Vit sótu nøkur vinfólk saman og høvdu tosað um páskini, myrku líðingina og uppreistrarljósið. Brádliga var líðingin, sum vit høvdu tosað um, beint hjá okkum. Vikuna eftir gjørdu vit av í Open Doors at hjálpa teimum kristnu, sum høvdu mist. Áleið 240 familjur fingu hjálp, takka verði donskum kristnum, ið hjálptu okkum at hjálpa teimum kristnu í Sri Lanka. Open Doors er enn og hjálpir og stuðlar í Sri Lanka. Her uppliva vit, at bønin hevur ein stóran leiklut í arbeiðinum at byggja upp aftur. Tað fortelur søgan hjá Michelle nevniliga um.

Michelle er sunnudagsskúlalærari í Zion kirkjuni í Sri Lanka, sum var ein av kirkjunum, ið vórðu álopnar á páskum 2019. Michelle var í kirkju henda sunnudagin, sum hon var von. Hon hevði undirvíst í sunnudagsskúlanum og var á veg heim eftir dóttir sínari, ið skuldi syngja í kirkjukórinum. Maður hennara, sum var prestur í kirkjuni, var til gudstænastu, sum akkurát var byrjað. Á veg út úr kirkjuni møtti hon einum manni. Hon spurdi, hvussu hann æt og bjóðaði honum ein sess inni á einum av bonkunum. Hann takkaði nei og segði, at hann líka mátti ringja. Michelle hugsaði ikki meir um tað og skundaði sær heim, sum var beint við síðuna av kirkjuni. 90 sekund seinni brast maðurin eina bumbu og drap 31 fólk í kirkjuni, bæði vaksin og børn. Michelle skundaði sær yvir til kirkjuna, har hon sá mong særd og deyð.

LES EISINI  Bróðir Andreas 1928-2022 

Í dag er Michelle sera takksom fyri, at hon slapp við lívinum, og samstundis ber hon eisini stóra sorg og sakn um tey, sum ikki eru har í dag. Viðhvørt hugsar hon, hví júst hon slapp undan. Hon stóð jú beint við síðuna av bumbuni bert 90 sekund áðrenn hon brast. Men Michelle hevur valt at líta á Gud, og hon fortelur, at bønirnar frá teimum kristnu kring heimin hjálpa henni.

– Vit takka tykkum so nógv fyri alt, sum tit hava gjørt fyri okkum og mest av øllum fyri forbøn. Hon hevur lyft sorg okkara upp til Gud. Hon er tann einasta, ið hevur hildið okkum uppi. Uttan bøn, høvdu vit ikki megna tað, greiðir Michelle frá.

– Bønin fyri teimum kristnu í Sri Lanka má ikki tagna. Við einari stuttari bøn fyri Michelle og vinum hennara, kanst tú gera mun, eins og tín gáva til arbeiðið hjálpir okkum at hjálpa teimum, sigur René at enda.

LES EISINI  Lær okkum at biðja

Kelda: Open Doors Danmark.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina