Kristin í Nigeria dripin

Presturin Lawan Andimi, sum varð burturfluttur av yvirgangsbólkinum Boko Haram tann 3. januar í ár, er funnin hálshøgdur. Fleiri kristin í Nigeria eru í januar mánaði dripin av islamistum.

Lawan Andimi var økisformaður fyri Church of the Brethren in Nigeria í landslutinum Adamawa. Fáar dagar eftir burturflytingina var presturin at síggja á eini videoupptøku, sum burturflytararnir høvdu latið út, har hann bað fyri lívi sínum. Í upptøkuni bað presturin bæði kirkjufólk og politikarar um hjálp, men segði samstundis, at hann hevði álit á, at hann var í Guds hondum.

– Um Gud vísir mær náði, verði eg saman við konu míni, børnum og starvsfeløgum aftur. Men um møguleikin ikki er til staðar, er tað kanska Guds vilji, segði presturin í upptøkuni. Men fyri nøkrum døgum síðani upplýstu staðbundnar keldur, at hann var funnin hálshøgdur í Sambisa-skóginum.

– Tey drupu hann, tí hann ikki vildi avnokta sína trúgv, og tí tað ikki var gjørligt at fáa loysigjald fyri hann, segði ein kelda við Save the Persecuted Christians. Sambært kelduni hevði Boko Haram kravt tvær milliónir evrur í loysigjaldi fyri prestin. Tað var eydnast kirkjuni at savna inn slakar 5.000 evrur.

LES EISINI  Av ótta fyri ágangi torir Bretland ikki at geva Asia Bibi friðskjól

– Kirkjan gjørdi alt fyri at fáa henda fryntliga prestin leyslatnan, men tað var ikki gjørligt uttan hjálp frá hervaldinum, staðfestir Christian Association of Nigeria (CAN), sum nú krevur eitt svar frá landsins stjórn.

Fleiri kristin offur

Fyri nøkrum døgum síðani varð presturin Denis Bagauri frá luthersku kirkjuni í Nigeria dripin av vápnaðum monnum. Dennis Bagauri var kendur sum ein politiskur aktivistur fyri tey kristnu í landslutinum Adamawa, skrivar The Daily Post.

IS hevur fyri stuttum latið út eina videoupptøku, har ein barnahermaður drepur ein ónevndan mann í Nigeria. – Vit steðga ikki, fyrr enn vit hava fingið hevnd fyri alt tað blóð, sum er runnið, sigur barnið.

Í eini aðrari videoupptøku frá desember vísti yvirgangsbólkurin drápini á 11 kristin neyðhjálparfólk í Nigeria.

Tann 17. januar drupu muslimskir fulani-hirðar tvær ungar kristnar kvinnur í landslutinum Kaduna. Hirðarnir komu á motorsúkklum til bygdina Gora-Gan um 17-tíðina og skutu eftir teimum íbúgvunum, sum teir sóu. Teir drupu 18 ára gomlu Briget Philip og 19 ára gomlu Priscilla David, skrivar Morning Star News.

LES EISINI  Norðurkorea sýnir heiminum nýmótans krígsvápn; 75.000 kristin handan rimarnar

 

Kelda: Udfordringen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina