Kristin í USA halda tað vera skeivt at evangelisera

Nýggj gransking frá The Barna Group og teimum, ið hava stovnað Alpha-skeiðini, vísir, at sera nógvir kristnir amerikanarar í aldrinum 20 til 40 ár als ikki eru ágrýtin at evangelisera. Tvørturímóti. Næstan helvtin av teimum virknu kristnu í hesum bólkinum (47 prosent) siga beint fram, at tað er skeivt at evangelisera.

Sambært ritinum Christianity Today siga tey seg vera samd í útsøgnini “Tað er skeivt at luta sína persónligu trúgv við onnur, sum hava eina aðra trúgv, í vón um, at tey ein dag fara at eiga lut í somu trúnni”.

Tey flestu, sum halda hetta, hoyra til sonevnda “millennial-ættarliðið”. Tað eru persónar, sum vóru børn og ung fyrst í hesum áratúsundinum. Í hesum bólki eru meira enn tvífalt so mong, sum eru neilig mótvegis evangelisering, í mun til ættarliðið hjá foreldrum og ommum og abbum teirra, vísir kanningin.

 

Kelda: Kristelig Pressekontor