Kristus uppfyllir Guds lyfti

Leygardagarnar í summar gjøgnumgongur Trúboðin sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað verður stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Greinarøðin varð prentað í blaðnum í 2012.

“Eg trúgvi á Jesus Kristus…”

’Kristus’ er meira enn eitt navn. Í heitinum liggur eitt ríkidømi av týdningi, sum Jesus hevur – eisini fyri okkum í 2019.

Kristus er ”tann salvaði”

Kristus er grikska orðið fyri hebraiska Messias, sum merkir “tann salvaði” (Jóh 1,42). Í Gamla testamenti vórðu persónar, sum skuldu vígast og gerast út til eina ávísa uppgávu, salvaðir. Serliga vórðu prestar og kongar – og eisini onkuntíð profetar – salvaðir (2 Mós 40,15; 1 Sám 16,12-13; 1 Kong 5,1). Hesar tríggjar leiklutir hevur Jesus Kristus eisini fyri okkum. Hann er ævigi kongur okkara í Guds ríki. Hann er høvuðsprestur okkara, sum einaferð fyri allar bar eitt fullkomið offur – sítt egna lív – fram fyri Gud, okkara vegna. Hann er Guds profetur, sum lærir okkum Gud at kenna.

At játta Kristus

Við at játta trúnna á Jesus Kristus, játta vit eisini, at hann er tann, sum alt Gamla testamenti vitnar um og peikar fram ímóti. Jesus var sjálvur varin við at nýta Messias-heitið, uttan iva tí at hann fyrst vildi gera frelsaragerning sín lidnan (t.d. Matt 16,20-23; Mark 1,44; Jóh 6,15).

Men evangeliini gera greitt, at hann sá seg sjálvan sum uppfyllingina av lyftunum í Gamla testamenti.

Til dømis vísti hann ferð eftir ferð á, at lógin og profetarnir vitnaðu um hann.

LES EISINI  Andin gevur fyrigeving og lív

Tað kemur eisini fram, tá Jesus spyr lærusveinarnar, hvønn teir siga hann vera. Pætur svarar: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds”. Jesus gevur honum rætt í hesum (Matt 16,15-17). Tá Jesus ríður inn í Jerusalem, verður hann heiðraður sum tann messianski kongurin (Matt 21,1-11; Zak 9,9). Og tá hann verður avhoyrdur, er størsta ákæran, at hann ger seg sjálvan til Messias ella kong jødanna (Mark 14,61-62; 15,2.26; Luk 23,2).

Eftir Jesu deyða, uppreisn og himmalsferð boðaðu ápostlar hansara hann alment sum Messias (Áps 2,36; 5,42; 8,5; 17,3; 18,28; 2 Kor 1,19-20). Hetta var serliga viðkomandi fyri jødar, tí teir væntaðu hann, sum Gud hevði lovað. Tann elsta meinigheitin var í høvuðsheitum jødakristin. Men so hvørt sum fleiri og fleiri heidningar komu til trúgv á Jesus, gjørdist Kristus minni og minni eitt heiti og meira og meira eitt navn.

Peikar eisini frameftir

Men Kristus-heitið peikar eisini inn í framtíðina. Tí hóast Jesus kom við Guds ríki til okkara og vit longu nú eiga ævigt lív í trúnni á hann, so er æviga friðarríki Messiasar enn ikki sjónligur veruleiki. Enn síggja vit ikki, at úlvurin býr hjá lambinum, ella at kúgv og bjørn ganga á beiti saman (Jes 11,6-7).

Enn uppliva vit ikki fullu avleiðingarnar av Jesu fullgjørda frelsuverki.

Men ein dag verður alt hetta fullkomin veruleiki. Tá skal menniskjað aftur vera fullkomið og ongantíð kunna falla aftur. Sum ein sangur sigur, skal øll náttúran verða endurfødd (Missiónssangbókin 453). Hetta eru ikki bert tóm orð, sum vit ugga hvør annan við, tí vit einki frægari vita okkum. Nei, henda vónin byggir á fasta grund, søguligar hendingar, sum eru Jesu deyði og uppreisn.

LES EISINI  Tá skalt tú vera frelstur

Ein politiskur Messias?

Tað verður mangan sagt, at jødarnir fóru skeivir, tí teir væntaðu ein politiskan Messias, sum skuldi fría tey frá rómverskum harradømi. Hetta er ikki allur sannleikin. Mangir jødar (tó ikki allir!) vrakaðu Jesus, tí teir misskiltu hann. Men frelsa hansara er tó ikki avmarkað til andligar veruleikar!

Tí hansara frelsuverk fær ein dag ta avleiðing, at alt – eisini menniskjalívið, samfelagið, náttúran, ja, øll tilveran – aftur verður fullkomið.

Kristus skal endurskapa alt!

Tey, ið vrakaðu Jesus Kristus, sóu bara ikki, at bjarging frá syndini og Guds vreiði var grundarlagið undir hansara æviga friðarríki. Tey skiltu ikki, at hetta var neyðugt fyrst, og at síðani mátti tann fullkomna frelsan boðast fyri øllum menniskjum, áðrenn hon gjørdist altfevnandi, fullkomin og sjónligur veruleiki.

Trúgvin á Kristus hevur sostatt sanniliga eisini framtíðartýdning. Av tí at hann tók synd okkara burtur, skulu vit um ævir njóta frið og sælu – andliga, men eisini likamliga og sum samfelag. Messias kom veruliga at fáa alt aftur í rættlag.

LES EISINI  Andin leiðir til Kristus

 

Í næstu grein játta vit, at Jesus Kristus er Guds sonur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina