Krossurin – ímyndin av kristindóminum.
”Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan.” (1 Kor 2,2)
Fleiri altjóða lufthavnir hava fingið høli, har ferðafólk kunnu fara inn og hava eina stilla løtu og biðja til ‘gud’ sín. Danski sjómanspresturin í New York skuldi hava eina gudstænastu í lufthavnini í Dallas. Hann hevði leigað hølið til endamálið.
Tá ið presturin kemur, spyr húsavørðurin, hvønn tey trúgva á, sum nú skulu savnast har.
”Vit eru kristin og trúgva á Kristus,” svaraði presturin.
”So skal eg heingja ein kross inn í rúmið, tí hann er ímyndin av kristindóminum!” segði maðurin.
Krossurin er vorðin tekinið og ímyndin av kristindóminum.
Á ein hátt er tað løgið, tí hugsa vit nærri um krossin, so er hann eitt tekin um revsing, líðing, skomm, banning og deyða. Tí tað vóru ránsmenn, lógarbrotsmenn og drápsmenn, sum vórðu hongdir á kross og har fingu sín uppiborna og rættvísa dóm.
Tí er tað bæði meinbogi og dárskapur fyri vantrúnna og heimin, tá tey kristnu boða:
At ein krossfestur jødi, Jesus Kristus, er Harri og frelsari heimsins.
At krossurin, hóast hann er eitt líðingar- og deyðatekin, er vorðin ímyndin av kristindóminum, er ikki av tilvild. Gud vildi tað so. Í og við krossinum vil Gud vísa øllum heiminum, hvør loyndardómurin og kjarnin í kristindóminum er.
Boðskapurin um krossin vendir sær ikki til fólksins vitsku, men til teirra hjarta og lív, so fruktin av Jesu sáttargerð skal smakkast og kraftin upplivast.
Krossurin er eitt tekin um frelsu og sigur.
– Á krossinum rann Jesu blóð, ið reinsar frá allari synd.
– Á krossinum hekk lambið, sum bar burtur synd heimsins.
– Á krossinum kom revsingin niður á Jesus, og av sárum hansara hava vit fingið heilsubót.
Boðskapurin um krossin verður tí til allar tíðir tyngdin og kjarnin í sonnum kristindómi.
Hetta eyðkendi ápostlanna boðan, og tí vildi Paulus ikki vita av øðrum boðskapi.
Boðskapurin um krossin er ein Guds kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr. Hann er nóg mikið til frelsu og varðveitslu.
Krossur er sigurs- og frelsutekn,
troystin til tyngsta harm;
krossurin smyrsl er og gróðrarregn
yvir ein særdan barm.
Ms. 144