Kurt Johansen frá SAT-7 á vitjan í Føroyum
Seinastu dagarnar hevur Kurt Johansen, Executive Director hjá felagsskapinum SAT-7, vitjað í Føroyum. Á myndini stendur hann (t.v.) saman við Jóhan Hansen, ráðgeva innan barna- og familjuarbeiði hjá Heimamissiónini.
SAT-7 er ein kristilig sjónvarpsrás, ið sendur á arabiskum, persiskum og turkiskum til fólk um alt Miðeystur og Norðurafrika. Heimamissiónin er limur og stuðul í SAT-7 netverkinum, og hvørt ár lata føroysk sunnudagsskúlabørn um 100.000 kr. til arbeiðið hjá Sat-7 Kids, sum sendir sjónvarp til børn í hesum parti av heiminum.
> Les eisini: Nýggj kanning vísir, at SAT-7 Kids hevur stóra og jaliga ávirkan á arábisk børn
Føroya Landstýri hevur eisini í nøkur ár latið menningarhjálp til arbeiðið hjá SAT-7. Fyrstu árini varð stuðulin oyramerktur til skúlaverkætlanina SAT-7 Academy, ið sendir góða skúlaundirvísing til børn umvegis sjónvarp. Seinast varð menningarhjálp latin til arbeiði fyri kvinnurættindum í Norðurafrika og Miðeystri, sum SAT-7 eisini arbeiðir fyri.