Landsskrivari og fíggjar-og samskiftisfólk fara frá

Vegna sjúku í longri tíðarskeið eru landsskrivari í ELM (Evangelisk Luthersk Mission) og stýrið í felag komin fram til, at Peder Østergård Jensen fer frá 30. September í ár.
“Farna ár hevur verið trupult og hevur víst mær, at tíðin nú er komin at finna aðra avbjóðing” greiður Peder Østergård Jensen frá.

Somuleiðis sigur ELM eisini farvæl til fíggjar- og samskiftisstarvsfelagan, Anita Bech tann 30. Juni í ár. Anita fer frameftir at arbeiða innan skógvasølu.


Landsstýrið við formanninum, Michael Kjøller Petersen á odda ynskir teimum góðan byr, men sigur samstundis, at stóra avbjóðingin nú verður at finna røttu avloysararnar til hesi størv.

Kelda: Heimasíðan hjá ELM

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina