Leiðsluráðstevna fyri stýrislimir
12. – 14. mai verður leiðsluráðstevna fyri stýrislimir í Leguhúsinum í Nesvík.
Hetta er fyrstu ferð, at ein líknandi ráðstevna verður hildin í Nesvík.
Í 2005 skipaði Heimamissiónin eisini fyri eini leiðsluráðstevnu, sum tá varð hildin í Tabor á Toftum.
Fyriskipararnir hava lagt seg eftir, at tað skal gerast eitt hugnaligt, kveikjandi og upplýsandi vikuskifti, har stýrislimirnir í missións- og meinigheitshúsum okkara kring alt landið í grundini bert kunnu møta upp, lena seg afturá og taka ímóti tí, fyriskipararnir borðreiða við.
Her verður ríkt høvi at knýta sambond og verða partur í góðum felagsskapi við onnur menniskju við somu áhugamálum, at fáa viðkomandi undirvísing frá góðum og kendum nøvnum her á landi umframt frá kenda danska sálarfrøðinginum, Steen Palmqvist, sum hevur drúgvar royndir at fáa einstaklingar til at trívast í smáum sum størri felagsskapum.
Steen kemur úr Danmark fyri at vera saman við okkum hetta vikuskifti. Høvið verður eisini at tosa við Steen annars, so nýtið endiliga møguleikan at fáa saklig ráð og vegleiðing frá einum, ið ikki er so tætt vavdur inn í okkara staðbundnu trupulleikar. Og so mugu vit ikki gloyma góða matin, ið eisini hetta vikuskifti verður borðreitt við.
Góðu stýrislimir, hetta tiltakið skal síggjast sum ein roynd at eggja og stimbra tykkum í týðandi uppgávuni, tit standa í.
So gleði tykkum…!
Meira kunning um kostnað og tilmelding kemur út í næstum, men setið endiliga longu nú kross í kalendaran til nakrar góðar og gevandi dagar.
SKRÁIN
Hósdagur 12. mai
Kl. 17.30 móttøka
Kl 18.30 nátturði
Kl. 19.45 vælkomin
Kl 20.00 ósemjur, synd og forðingar fyri halgan í meinigheitini v/Steen Palmqvist
Eftir hetta verður bólkaarbeiði og samtalur.
Drekka og okkurt gott afturvið
Hugnaløta eftir at skráin er liðug
Fríggjadagur 13. mai
Kl 8.00 morgunmatur
Kl 9.00 Móses, mistøk og uppreisn sum leiðari v/Bergur D. Joensen
Steðgur
Kl 10.30 trivnaður í meinigheitini v/Steen Palmqvist
Kl 12.00 døgurði
Kl 14.00 eftirmeting í bólkum
Kl 15.30 drekka
Kl 16.00 Bøn og Bíblia sum leiðsluamboð – Tummas Kannuberg
Kvinnur í leiðslu – Marjan Nielsen
Kl 17.30 Hugnaløta, skemt og góður biti – Heri Joensen. Sangur: Gentur á Strondum
Kl 20.30 Halgan í meinigheitini v/Steen Palmqvist
Dagurin endar við drekka og hugnaløtu
Hugnaløta eftir skráin er liðug
Leygardagur 14. mai
Kl 9.00 morgunmatur
Kl. 10.00 Útbrend í leiðslu og endurnýggjan í leiðslu v/Steen Palmqvist
Kl. 12.00 døgurði og endi