Lestur til fyrsta sunnudag eftir páskir

Úr  “Í fyrstuni var orðið” – Prædikur eftir John Myllhamar”
Seinna tekstarøð

Rit at prenta:

Uppskot til heimalestur
Lestur til fyrsti sunnudag eftir páskir

Fyrsti sunnudagur eftir páskir

Tá ið teir nú høvdu etið morgunmat, sigur Jesus við Símun Pætur: »Símun Jóhannesarson, elskar tú meg meira enn hesir?« Hann sigur við hann: »Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.« Hann sigur við hann: »Røkta lomb míni!« Hann sigur aftur á øðrum sinni við hann: »Símun Jóhannesarson, elskar tú meg?« Hann sigur við hann: »Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.« Hann sigur við hann: »Ver hirði hjá seyði mínum!« Hann sigur við hann á triðja sinni: »Símun Jóhannesarson, ert tú góður við meg?« Pætur varð syrgin, tí at hann segði við hann á triðja sinni: »Ert tú góður við meg?« og hann segði við hann: »Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!« Jesus sigur við hann: »Røkta lomb míni! Sanniliga, sanniliga sigi eg tær, tá ið tú vart yngri, gyrdi tú teg sjálvan og gekst, hvar tú vildi; men tá ið tú verður gamal, skalt tú rætta út hendur tínar, og ein annar skal gyrða teg og føra teg hagar, sum tú ikki vilt.« Men hetta segði hann fyri at merkja, við hvørjum deyða hann skuldi dýrmeta Guð. Og tá ið hann hevði sagt hetta, sigur hann við hann: »Fylg mær!«
Jóh. 21, 15-19

 

“Elskar tú Jesus?” spurdi ein av mínum vinum meg einaferð. “Eg ivist í tí,” svaraði eg. “Ja, men tú talar og prædikar og veit ikki, um tú elskar Jesus. Eg elski hann yvir alt, mín kærleiki til hansara er so stórur, at eg kann ikki siga frá tí!” segði hann. “Tað er gott, sama tori eg ikki at siga. Men eg vil so fegin elska hann,” svarða eg, “tó síggi eg, at tá ið kvøldið kemur, og eg skal gera upp, so var tað ikki eg, sum elskaði hann, men hann, sum elskaði meg.”

So var tøgn.

Eg tori ongantíð at geva Jesusi nakað lyfti um mín kærleika til hansara, men bara líta á og byggja mína ævigu sælu á hansara markleysa kærleika til mín.

Vit eiga at vera varin at geva Gudi nøkur kærleikslyfti – og lyftir í heilatakið – tá ið vit ikki vera biðum um at geva tey; tí vit eru ikki før fyri at halda tey. Tey kunnu vera okkara egna uppfinnsemi. Minnist tú søguna um Jefta í Gamla Testamenti? Mundi hann ikki alt lívið iðra seg um tað lyftið, hann gav Gudi? Tað stendur um hann soleiðis: “Jefta gjørdi Harranum heiti, tað merkir eitt hátíðarligt lyfti og segði: “Um tú gevur Ammonitar upp í hendur mínar, tá skal tann, sum fyrstur kemur út úr húsi mínum móti mær, tá ið eg komi heim aftur í øllum góðum frá Ammonitum, hoyra Harranum til, og eg skal offra honum hann sum brennioffur. Síðan fór Jefta í hernað móti Ammonitum; og Harrin gav teir upp í hendur hansara, so at hann vann almiklan sigur á teimum…Soleiðis máttu Ammonitar lúta fyri Ísraelsmonnum.

LES EISINI  Lestur til fjórða sunnudag eftir páskir

Men tá ið hann kom heim aftur til Mizpe, sí, tá kom dóttir hansara út ímóti honum við glymskálum og dansi; hon var onkarbarn hansara; hann átti hvørki son ella dóttur umframt hana. Og tá ið hann bar eyga við hana, skræddi hann klæði síni sundur og rópaði: “Á, dóttir mín, tú veldir mær sorg og elvir mær miklan trega, tí at eg havi latið upp munn mín fyri Harranum, og eg kann ikki taka orð míni aftur!” Jefta helt orð. Men Gud hevði ikki biðið hann geva slíkt lyfti. Og tað mundi vera sorg og pína hansara heilt til hann fór herfrá, at hann hevði borið seg soleiðis at.

Vit kunnu frá hesi frásøgn í Gamla Testamenti draga eina linju fram til tekstin í dag. Her hoyra vit um ein mann, sum eisini bar seg at á sama hátt. Tað er Pætur. Hann hevði áðrenn páskir givið lyftið og sagt, at hann elskaði Jesus meira enn nakar annar. Um so Jákup og Jóhannes og allir hinir svíkja teg, eg skal tó altíð fylgja tær og vera hjá tær. Men sum tað tó var lítil maður aftanfyri orðini. Ein spurningur frá eini arbeiðsgentu var nóg mikið at taka mótið frá honum.

Ja, orðini frá Pæturi minna um tað, sum drongurin segði við gentu sína í telefonini: “Góða, eg elski teg yvir alt á jørð, fyri teg kundi eg gjørt alt, ja, eg kundi gingið, um tað so var gjøgnum eld og vatn fyri teg, eg komi at vitja teg í morgin, um tað ikki regnar.” Orð um kærleika, har einki hald er í.

Vit kunnu seta okkum sjálvum spurningin, um vit elska Jesus.

Fyri tað fyrsta: Tann, ið eg elski, honum dvølji eg helst hjá. Havi eg tað soleiðis við hann, at tað er mín størsta gleði at vera saman við honum? Eru bønarløturnar mínar bestu løtur, tí tá eri eg í hansara nærveru? Leiti eg altíð til altarborðið fyri at vera í inniligum samfelag við hann, sum eg elski?

Fyri tað næsta: Tann, ið eg elski, vil eg seinast av øllum gera keddan. Havi eg tað soleiðis við Jesus, at eg kenni onga størri sorg enn at gera honum ímóti og at sára hann?

Fyri tað triðja: Tann, ið eg elski, vil eg fremst av øllum eisini tæna. Havi eg tað soleiðis, at tað er mín brennandi tráan at vera honum til nyttu, at ganga honum til handa hvønn dag og brúka míni evni fyri hann?

Fyri tað fjórða: Tann, ið eg elski, honum vil eg fegin líkjast. Kann eg siga tað um míni viðurskifti við hann, at tað er mín djúpasta tráan at koma at líkjast honum sum mest, at mítt egna má vera viskað burtur, fyri at myndin av honum má koma týðiliga fram í mær?

 

Um tú ert reiðiligur, mást tú so ikki sláa teg fyri bróstið og játta: “Her vantar enn nógv í hjá mær,” og siga: “Jesus, hav tol við mær og endurnýggja meg støðugt í míni innaru menniskju?

Jesus segði ongantíð við menniskju, at hann elskaði tey. Men hvør hevur við lívi sínum elskað meira enn hann? Vinir hansara geva honum tað ummælið, at hann elskaði teir til tað síðsta.

LES EISINI  Lestur til fyrsta sunnudag í advent

Pætur lærdi at kenna seg sjálvan eftir skírhóskvøld, tá ið hann gav hetta lyftið. Tí eftir páskir er tað einum øðrum Pæturi, vit møta. Nú er hann varin, hvussu hann málber seg við kærleika sínum til frelsaran. Tríggjar ferðir spyr Jesus hann um kærleika, eins og hann tríggjar ferðir hevði avnoktað hann.

Harri, tú kennir alt, tú minnist, hvat eg lovaði tær skírhóskvøld, og tú veitst, hvat hendi í garðinum hjá høvuðsprestinum. Harri, tú kennir meg, men tú veitst, at eg vil vera góður við teg. Hann hevði ongan rætt at siga hetta. Tað, hann hevði sagt skírhóskvøld, talaði sítt týðiliga mál. Men tað var satt, ið hann segði, tí djúpast í sálardýpi hansara lógu goymd orðini hjá sálmaskaldinum: Teg vil eg elska, Jesus góði. Eg vil so fegin, men tú veitst, og tú kennir meg at botni. Pætur hevði eisini havt eina samrøðu í trúnaði við Jesus. Tá hevði hann fingið vissu um, at fyrigeving var eisini fyri hann – hóast hansara neyðarsligu kærleikslyfti náttina til langa fríggjadag.

Ymiskir vegir eru til syndajáttan fyri eitt reiðiligt menniskja. Nøkur bresta saman við boðini í lógini og leggja merki til, at tey als ikki megna krøvini. – Onnur gerast ovfarin av Guds góðsku og megi, og úrslitið verður, at tey mugu siga, sum Pætur einaferð segði: Far frá mær, Harri, tí eg eri ein syndigur maður. Uppaftur nøkur verða brádliga steðgað av Jesusi við spurninginum: Elskar tú meg? Ert tú góður við meg? Tá mugu vit hyggja niður. Hvat skulu vit svara? Hann hevur rætt at spyrja. Men hvat hava vit rætt at svara? Um lív okkara skal svara til tað, hvussu nógv tora vit tá at siga? Vit eiga at minna hvønn annan um, at svarið skal koma frá okkara innasta. Jesus hevur ongan áhuga í, at vit bara sleingja okkurt orð um kærleika út.

Og so eiga vit at siga takk, tí vit vita, at Pætur var ikki vrakaður hin dagin. Um tað er okkara reiðiliga sannføring, at vit hava onga aðrastaðni at fara enn til Jesus, og um tað er okkara djúpasta tráan at sleppa at liva av náði hansara, tá vrakar hann okkum ikki, men tekur okkum til sín – um tað er fyri túsundu ferð.

Hevði bønin hjá yrkjaranum altíð verið okkara bøn: Teg vil eg elska, Jesus góði, har dentur var lagdur á orðið “vil,” tí hvør torir at sláa seg til tols við, at kærleikin til Jesus er nóg stórur? Kærleiki tín til hansara kemur ongantíð upp á tað støðið, sum kærleiki hansara til tín er. Tað veit Jesus eisini, og hoyr hann siga: Tað krevji eg heldur ikki av tær, tí tað vildi verið eitt órímiligt krav.

Tín kærleiki er jarðiskur og avmarkaður, mín kærleiki er himmalskur og ævigur.

Og tí er tað, at hann vendir eygum Pæturs ein annan veg og vísir honum til menniskju: Elskar tú meg, so røkta lomb míni. Við øðrum orðum, kærleikin skal út at tæna. Fær kærleikin ikki virknar uppgávur, missir hann sín fyrsta varma. Fær hann harafturímóti altíð uppgávur at fremja, nørist hann í styrki og inniligleika. Um nakað í hesi løtu var vist, so var tað hetta, at hjarta Pæturs brendi fyri Jesusi. Tí vísti hann honum á arbeiðið, tænastuna fyri seg, tænastuna í heimlandi hansara, Ísrael, til tess at hjarta hansara kundi halda fram at brenna. Tað er gott at hugsa um hetta, tá ið vit koma saman til stilla stund í Guds húsi. Bønin og orðið skulu, um rætt er, verma hjørtu okkara. Ein gomul kirkjulig heilsan, sum enn verður søgd við endan á gudstænastuni í nógvum norskum kirkjum, ljóðar soleiðis: Farið í friði og tæni Harranum við gleði! Tað merkir, at vit skulu út í gerandisdagin at hjálpa menniskjum og vísa teimum kærleika í verki. At vera røktingarmaður ella seyðamaður hevur ikki altíð verið mett so høgt. Men tað líkist tí, sum flestu av okkum eru sett til. Gævi, at hin minsti gerningur seig alla sína megi frá Kristi kærleika. Gævi, at lombini hava tað gott, har ið vit dagliga ganga. Ein trúføst tænasta heldur hjørtum okkara heit.

LES EISINI  Lestur til annan sunnudag í advent

“Tá ið tú verður gamal, skalt tú rætta út hendur tínar, og ein annar skal gyrða teg,” sigur Jesus við Pætur í endanum av tekstinum. Hetta segði hann fyri at merkja, við hvørjum deyða hann skuldi dýrmeta Gud. Og tað svitast ikki, at tann dagur skal koma, tá ið hin kaldi harri, ið eitur deyðin, skal gyrða okkum og føra okkum hagar, sum vit ikki vilja. Menniskju royna at stríðast móti hesum og finna uppá ymisk kynstur fyri at halda hesum dapra tanka frá lívinum. Men slíkt hjálpir einki – hann kemur tann dag, ið hann skal koma, og tá sleppur hann ikki takinum um okkara hond.

Eydnuríkur er tann, sum áðrenn hetta hevur lært at rætta út hendur sínar og lata ein annan, ið er sterkari enn deyðin, gyrða seg!

Júst soleiðis skuldi ein kristin verið: Eitt lýðið og eyðmjúkt menniskja, sum hvønn dag rættir út hendur sínar og sigur: Nú mást tú gyrða meg og føra meg hagar, tú vilt. Tá ið eg var yngri, helt eg, at lívsins eydna var at vera leysur og fríur og kunna fara hagar, mær lysti. Men seinni dugdi eg at síggja, at eg í mínum sjálvklókskapi kom at bera meg skeivt at móti bæði Gudi og monnum. Tí er umsíður mín bøn vorðin, at Jesus skal ráða yvir mær og føra meg hagar, hann vil. Hetta verður ivaleyst onkuntíð eftir rásum, sum eg sjálvur ikki hevði valt. Men tað verður harvið. Bara eg sleppi at liva eitt lív, ið kann dýrmeta hann, og at enda æra hann við dirvi og einum friðfullum deyða í Jesu navni. So er tað mín bøn, at hann skal taka mínar hendur og leiða meg, so ferð at himli stendur mín allan veg. Eg kann ei ganga eina, nei einki stig.

– Einki stig! Amen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina