Lívsvirði               

Men eg meti lív mítt einkis vert fyri meg sjálvan, um eg bara má fullføra skeið mítt og ta tænastuna, sum eg fekk frá Harranum Jesusi: at vitna um gleðiboðskapin um Guds náði. Áp.20,24.

Lívsvirðið er vorðið eitt mótaorð. Bæði ung og gomul eru upptikin av tí.

Umráðandi er at fáa sær eitt meiningsfylt arbeiði við góðari løn og eftirløn.

Í frítíðini má tað verða pláss til eftirútbúgving, kvøldskúla, ítrótt….so at fólk eisini í frítíðini “liva”so leingi, tey liva og fylgja sínum hjartans ynskjum, sínum lívsvirðum.

Tiltøk, ítriv og annað verða gjørd, so eisini tey eldru fáa ein meiningsfyltan gerandisdag, sum gevur bæði lívsvirði og sjálvsvirði – nakað at fara upp til og liva fyri.He tta er bæði gott og gagnligt.

Kortini skal ein og hvør rannsaka sjálvan seg og kanna eftir, um  lívsvirðini veruliga eru virðir, og um tíðin og orkan verða rætt nýtt.

Søgan um ríka bóndan í Luk.12 kann endurtaka seg.

LES EISINI  Familjuandaktir til páskirnar 2. partur

Hann hugsaði bara um seg og sítt og livdi bara fyri tí.

Góðs og fæ var lívsvirði hansara. Í sjálvgóðsku tosaði hann bara við sál sína og hevði umsorgan fyri henni. Gud, næstin og tey ævigu virðir høvdu ongan týdning fyri honum. Hann var ein dári, segði Jesus.

Paulus gjørdi tað øvuta av tí, sum bóndin gjørdi, og sum mong gera í dag.

Lívsvirði hansara var ikki at fremja egin áhugamál ella fylgja hjartans ynskjum.

Hann gekk ikki egnar leiðir, bygdi ikki sítt egna kongaríkið, var ikki gripin av forgongiligum lutum og nýtti ikki tíðina til tað, sum ongan týdning hevði.

Hann var hvørki upptikin av at liva leingi ella róligt.

Lívsins djúpasta meining og sannað lívsvirðið fyri hann, var lívið saman við Jesusi.

Tí segði hann:“Eg meti lív mítt einkis vert fyri meg sjálvan”

Lív hansara var eitt Jesus-lív og Jesus-tænasta fyri næstan.

Her steig hann í Jesu fótasporum.
– Tí at menniskjusonurin er ikki heldur komin fyri at verða tænaður, men fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.- (Mark 10,45)

LES EISINI  At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Jesus hevði frelst Paulus og gjørt hann til boðbera sín: at varðveita trúnna og fullføra tænastuna. Hetta hevði størri týdning enn sjálvt lívið.

Tú ert ikki Paulus. Tú fært kanska heldur ikki somu fulltíðartænastu sum hann.

Kortini vil Jesus eisini frelsa teg og fylla teg við sær, so títt sanna lívsvirði, títt góða, títt ríkidømi,… verður Kristus. Hann er einasta veruliga og æviga lívsvirðið.

Tá kanst tú siga sum Ásaf: “Mítt góða er at verða Gudi nær!”

Jesu lívsvirðir koma tá eisini at seta dám á tín gerandisdag, tína raðfesting, penganýtslu, frítíð,.. til gleði og signing fyri teg og næstan.

Tá kanst tú gera orð Paulusar til tíni: “Lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur.”

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina