Loyndarmálið Maria
Útvald av Gudi til at bera Guds æviga orð í holdi og blóði. Men hvør var mamma Jesus?
Ole Jakob Filtvedt skrivar:
”Føddur av kvinnu…” Paulus umrøður bara eina ferð mammu Jesus og tá uttan at geva henni navn: ”Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg” (Gal 4,4). Her er evnið ikki Maria sjálv, persónsmenska hennara og lívssøga; hon er einans viðkomandi í tann mun, sum hon er við til at rótfesta Jesus í søguna hjá menniskjanum. Men hvør henda kvinnan – ella í grundini gentan – var, hon, sum Gud hevði útvalt til at bera son sín fram í fylling tíðarinnar, tað sigur Paulus einki um.
Hvør er mamma mín?
Tað er heldur ikki so, at øll evangeliini geva okkum tilfar til at tekna eina andlitsmynd av Mariu. Í Matteusevangeliinum verður jólaevangeliið fortalt frá sjónarhorninum hjá Jósefi. Um Mariu, hesa moynna, sum á loyndarmiklan hátt er vorðin við barn, hoyra vit harafturímóti sera lítið.
Markusevangeliið hevur onga frásøgn um Jesu føðing, men greiðir frá eini hending, har mannfjøldin skuldsetur Jesus fyri at vera settur av einum óreinum anda. Tá stendur, at mamma hansara og systkin koma á staðið, har Jesus var, og sendu boð eftir honum og bóðu hann koma út. Kanska helt Maria tað vera pínligt, at søgur gingu um son hennara? Jesus vísur ongan áhuga at fara út at hitta familjuna, sum stendur uttanfyri, men sigur ístaðin: ”Hvør er móðir mín og brøður mínir?” Og í tí hann hugdi rundan um seg at teimum, ið sótu runt íkring hann, sigur hann: ”Sí, her er móðir mín og brøður mínir! Tí at hvør tann, ið ger Guds vilja, hann er bróðir mín og systir og móðir” (Mark 3,33-34). Spurningurin ”hvør er móðir mín?” er altso retoriskur.
Men fyri nógvar bíbliulesarar er tað uttan iva eisini áhugavert at spyrja, hvør holdliga mamma Jesus var; ikki einans hvør hoyrir til Jesu familju myndaliga talað. Um vit leita eftir svari uppá tann spurningin, skulu vit venda okkum til Lukasevangeliið.
Tænastukvinna Harrans
Í Lukasevangeliinum verða Jósef og Maria lýst sum gudrøknir jødar. Tað stendur, at tey fóru niðan til templið hvørt ár at halda páskir, at tey lótu Jesus verða umskornan áttanda dagin, soleiðis sum Móselógin ásetur, og at tey eisini fóru til Jerusalem at ofra í sambandi við Jesu føðing. Um hetta ofrið verður sagt, at tað var tvær turtildúvur ella dúvuungar. Í grundini áttu tey at ofra ein seyð, men fátæk sluppu at ofra fuglar ístaðin.
Vit skilja við øðrum orðum, at Jesus kom frá lutfalsliga fátækum korum.
Á Jesu døgum var vanligt, at ungar gentur vórðu lovaðar burtur longu um tólv ára aldur.
Vit kunnu sostatt rokna við, at Jesus varð føddur av eini ungari, fátækari gentu, frá eini bygd í Galilea, sum ikki var høgt í metum, langt burtur frá tí búskaparliga, politiska og átrúnaðarliga valdsmiðdeplinum í Jerusalem.
Fyrimynd
Lukasevangeliið gevur okkum ikki einans áhugaverdar upplýsingar um sosialu støðuna hjá familjuni hjá Jesusi, men eisini eitt møti við Mariu. Hon stígur merkiliga langt fram av eini kvinnu at vera, tá ein hugsar um mentanarligu treytirnar tá á døgum. Tað er hon, sum møtir einum eingli og sum vitjar skyldkonuna Elisabet, mammu Jóhannes doyparan. Tað er Maria, sum syngur ein lovsang við veruligari gudfrøðiligari tyngd, tá hon hittir Elisabet. Og tað er um Mariu, at vit lesa, at hon legði sær alt tað í geyma, sum hirðarnir søgdu um Jesus og hugsaði um tað í hjarta sínum.
Tá tey taka pinkubarnið Jesus við sær í templið at umskera hann, vendir Símeon sær til Mariu við orðunum: ”Sí, hesin er settur mongum í Ísrael til fals og til uppreisingar og til eitt mótmælismerki.” Og heldur fram ”eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum” (Luk 2,34-35). Vit fáa her ein feril av tí pínu, sum Maria ein dag fer at fáa at kenna. At enda er tað Maria, sum verður tikin fram eftir hendingina, tá Jesus hevur verið í templinum 12 ára gamal. Hon goymdi alt hetta í hjarta sínum. Í hesum verður hon ein fyrimynd fyri øll trúgvandi, sum seinni í sama evangelii verða eggjað til at goyma orðið, sum tey hava hoyrt, í einum vøkrum og góðum hjarta, so at tey kunnu bera frukt í tolni (Luk 8,15).
Sum heild verður Maria lýst so, at hon næstan stendur sum eitt ideelt umboð fyri Guds fólk, ein ið av sínum hjarta svarar Guds frelsuhandlingum, soleiðis sum alt fólkið átti at havt svarað.
Hetta er við til at greiða frá, hví hon seinni er tulkað sum eitt slag av persóngerð av, hvat kirkjan er og eigur at vera. At fyridømi hennara er viðkomandi út um hennara egnu lívstíð, gevur hon sjálv ein vitnisburð um, tá hon sigur, at allar ættir munnu prísa hana sæla.
Sí, har er mamma tín
Í Jóhannesevangeliinum er mamma Jesus til staðar, tá hann fer undir almenna virksemi sítt í brúdleypinum í Kána og við Jesu kross. Av krossinum sigur Jesus, at Maria skal taka tann lærusveinin, sum Jesus elskaði, at sær sum son sín, og at hann skal taka hana at sær sum mammu sína.
Hetta kann sjálvandi tulkast so, at tað einans snýr seg um hesar báðar persónarnar; at Jesus vil syrgja fyri, at mamma hansara ikki verður einsamøll eftir uttan nakran at taka sær av henni. Men í kirkjunnar søgu hevur henda hendingin fingið eina djúpari symbolska merking. Í kraft av Jesu deyða á krossinum verða allir Jesu lærusveinar til systkin hansara, ikki einans við at Jesus limar okkum inn í síni viðurskifti við himmalska pápa sín, men eisini við at hann setur okkum inn í eitt samband við egnu mammu sína.
Skal teksturin meðni tulkast symbolskt? Ella er tað at lesa nakað inn í tekstin, sum teksturin ikki ber? Í og við at vit byrja at svara hesum spurningunum, fløkja vit okkum inn í nakrar av teimum ósemjum, sum gera, at kristin nú á døgum hava sera ymiskar fatanir av, hvønn týdning Maria hevur fyri trúnna og kristnilívið.
Maria fekk á ein serligan hátt ein leiklut í størsta loyndarmálinum í kristnu trúnni – at Gud gjørdist menniskja í holdi og blóði. Og Maria sjálv er fyri mong vorðin eitt loyndarmál, ein kelda til bæði undran og ósemju.
Visti tú, at…
- Jóhannesar Opinbering 12. kapittul hevur havt ein týðandi leiklut í at menna ta hugsan, at Maria er eitt slag av ”nýggjari Evu”, sum er upphav til eina nýggja mannaætt, og at hon nú situr í hásæti sínum sum himmaldrotning?
- Kirkjufundurin í Efesus í 431 – sum part av einum størri kjaki um, um Jesus var bæði satt menniskja og sannur Gud – sló fast, at Maria kundi verða umrødd sum ”Guds móðir”?
- ‘Maria’ er ein griksk umskriving av tí vanliga jødiska gentunavninum ‘Mirjam’ ella ‘Marjam’?
Greinin er týdd úr Agenda 3:16 nr. 12/2014