Madagaskar: Koppingarevni fyri meslingar flutt við flogførum hjá MAF
Seinasta hálvárið hevur ein meslingafarssótt herjað á Madagaskar. Meiri enn 100.000 eru skrásett sjúk, og børn í hundraðtali eru deyð, tí tey eru ikki koppsett.
Fólk eru ikki ímóti, at børn teirra verða koppsett. Men lutvíst tí at tað ikki hevur verið nóg mikið av koppingarevni, og lutvíst tí at tað er ov kostnaðarmikið fyri tann vanliga íbúgvan á Madagaskar at fáa børn síni koppsett, eru tey ikki vorðin koppsett. Bara 58 prosent av fólkinum eru í løtuni koppsett fyri meslingar, meta WHO og UNICEF.
Men nú hendir tíbetur nakað. Eitt landsumfatandi koppsetingarátak er í gongd, og tað kristna flogfelagið Mission Aviation Fellowship (MAF) á Madagaskar hevur fingið arbeiðið at flúgva koppingarevni til útjaðaraøkini á Madagaskar.
375.200 skamtar av koppingarevni eru við flogførum hjá MAF seinastu vikurnar fluttir út til 12 ymisk støð í landinum.
Kelda: Udfordringen