Mammurnar ávirka trúnna hjá børnunum mest
Mammurnar hava størri ávirkan á trúnna hjá børnum sínum enn páparnir. Tað vísir ein kanning frá 2018 hjá granskingarstovninum Barna Group. Granskararnir skriva í bókini “Households of Faith”, at páparnir eiga at gerast meira virknir á hesum økinum.
Í kanningini søgdu 68 prosent av teimum spurdu kristnu í USA, at mamman hevði havt ta størstu ávirkanina á teirra trúgv. 46 prosent nevndu pápan, meðan 37 prosent nevndu abban og ommuna.
Millum teir kristnu tannáringarnar høvdu fleiri tosað við mammu sína um Gud og biðið saman við henni seinasta mánaðin, enn tey høvdu saman við pápa sínum.
– Kirkjurnar duga sera væl at stuðla og eggja mammunum til at hava ein virknan leiklut í trúnni hjá børnunum. Men tað haltar eftir øllum at døma, tá tað snýr seg um at hjálpa pápunum til at taka lut bæði í teimum andligu og kensluligu vegleiðingunum av børnum sínum, sigur Roxanne Stone frá Barna, sum hevur gjørt kanningina.
Flestu kristnu tannáringarnir siga frá, at mamma teirra eggjar teimum til at ganga í kirkju, ‘tosar um Guds fyrigeving’ og ‘lærir meg um Bíbliuna’. Tey ungu fara vanliga til mammuna fyri at fáa stuðul, ráð og samhuga. Harafturímóti fara tannáringarnir oftast til pápan, tá tað snýr seg um pengar, ferðing og hjálp í samband við ítróttartiltøk, stendur í kanningini.
Kelda: Udfordringen