Man mín kvotan hjá Gudi ikki vera uppi?
Danska missiónsskipið Bethel, hjá donsku Sjómansmissiónini, legði at í eini havn. Har høvdu teir møti, sum hoyrdist út um havnalagið.
Millum aðrar var sangurin: “Sum ein føður guddómskelda” við niðurlagnum: “Jesus lat upp perluportrið” sungin. Tað dróg ein mann umborð, sum kendi sangin frá barnaárunum.
Trúboðararnir fingu eitt gott prát við hann, eisini um Jesus. Tá lat í manninum:
-Man mín kvota hjá Gudi ikki vera uppi?- So greiddi hann teimum frá, at hann hevði livað hart og var endaður sum rúsmisnýtari. So legði hann báðar hendurnar á borðið, og trúboðararnir sóu, at hann manglaði báðar teir ytstu liðirnar á báðum lítlufingrunum.
“Eg hevði keypt rúsevni, men var ikki mentur at gjalda seljarunum upphæddina. Teir fangaðu meg og hildu mær, meðan teir klýptu báðar ytstu liðirnar av fingurunum við eini tong. Samstundis søgdu teir, at teir bliva við at klýpa av fingrunum um eg ikki, inna eina ásetta tíð, kundi rinda upphæddina fyri rúsevnið. Tað er ein av framferðarháttinum, sum seljarar nýta yvirfyri skuldarum. Har er eingin náði”!
Trúboðararnir tosaðu við hann um Jesu náði, um fyrigeving syndanna og um at Jesus vildi byrjað eitt nýtt lív í og við honum, tí Jesu blóð reinsar frá allari synd.
Maðurin trúði boðskapinum og varð umvendur. Tað var sera stórt og ríkt fyri hann at fáa loyvi til at byrja av nýggjum – saman við Jesusi.
Samstundis var hann greiður yvir, at hann mátti finna sær annað umhvørvi, aðrar vinir og annað pláss at búgva í.
Var hansara “náðikvota” hjá Gudi uppi? Nei! Bíblian sigur, at Gud stendur stoltum og sjálvrættvísum ímóti, men veitir eyðmjúkum og teimum, sum játta syndirnar náði.
Tí kann Gud fyrigeva og byrjað av nýggjum við teimum, sum koma til hansara og biðja um fyrigeving.
Bíbliuorðið sigur: “Hetta vil eg leggja mær í geyma, og tessvegna vóni eg: Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki at enda; hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans” (Harmljóðini 3,21-23).
Hesi orð legði rúsevnamisnýtarin sær í geyma, og tí kundi hann vóna – vóna á Gud og var ikki svikin. Eisini tú kanst leggja tær hesi orð í geyma – líta á tey og vóna.
Gud heldur orð! Tað kann eisini gerast tín vón, friður og gleði.