Meira enn 300 kristin dripin í Nigeria síðani februar

Seinastu tvey árini hava stríðshugaðir fulanar staðið fyri fyrilitarleysum drápum á kristin í Nigeria. Barnabas-grunnurin, sum er ein altjóða kristin vælgerðarfelagsskapur, ið stuðlar forfylgdum kristnum, veit at siga, at síðani februar eru meira enn 300 nigeriansk kristin tikin av døgum.

Keldur hjá Barnabas-grunninum siga frá, at í februar og mars vórðu næstan 300 fólk dripin í í minsta lagi sjey bygdum, har meirilutin er kristin, í statinum Kaduna í Nigeria. Frásagnir vóru eisini um grovar neyðtøkur og um at fólk vórðu lamløstað við masjetum.

Í einum álopi á Karamai í lýsingini 14. februar doyðu 41 fólk. Um 300 vápnaðir menn tóku bygdina, meðan teir róptu “Allahu Akbar!” Teir skutu og rannsakaðu hús. Næstan øll tey deyðu vóru kvinnur og børn, burtursæð frá nøkrum fáum eldri og blindum monnum, sum ikki megnaðu at flýggja.

Upp til 71 fólk vórðu dripin og 28 særd 11. mars, tá stríðshugaðir fulanar lupu á í bygdini Dogon Noma í statinum Kaduna. Sambært eygnavitnum “settu vápnaðir menn eld á hús og skutu og høgdu alt niður, sum flutti seg”. Um 100 hús vórðu oyðiløgd í álopinum.

LES EISINI  Kristnar kvinnur bøta tvífalt

Harumframt ganga tíðindi um níggju onnur, sum vórðu dripin í Nandu Gbok í sama stati 16 mars, og 30 hús vórðu oyðiløgd.

Í økinum Kajuru vórðu líkini av umleið 73 kvinnum, summar teirra við barn, og 101 børnum, frá pinkubørnum á bakinum á mammu síni upp til 10 ára gomul, jarðað í eini hópgrøv.

Vitni søgdu, at teir flestu menninir tóku til rýmingar, tá atsóknin byrjaði tíðliga um morgunin í Dogon Noma and Karamai. Aðrir menn vórðu helst og hjálptu til í grannabygdum, sum høvdu verið álopnar dagarnar frammanundan.

Undir valinum í Nigeria fyri kortum lovaði Buhari forseti, sum varð afturvaldur, at “fáa varandi frið og eina loysn í lag” í landnyrðingsøkinum og øðrum uppreistrarhugaðum økjum, og hann nevndi serliga statirnar Plateau, Benue og Kaduna.

Kirkjuleiðarar í Nigeria hava eisini støðugt heitt á forsetan, sum sjálvur er fulani og muslimur, um at seta munagóð átøk í verk ímóti plágandi álopunum frá fulani-hirðum á kristin bóndasamfeløg.

LES EISINI  Myndugleikarnir í Kina gera nýggj álop á kirkjur í landinum

Álop frá vápnaðum fulani-hirðum eru ein støðug hóttan fyri fólkið í miðbeltinum í Nigeria, har meirilutin er kristin. Seinastu tvey árini hava stríðshugaðir fulanar dripið meira enn 6.000 fólk, meta kirkjuligar keldur. Tey leggja eisini kirkjubygningar og heim í oyði undir álopum sínum, sum við vilja miða eftir kristnum samfeløgum. Síðani 2001 eru í minsta lagi 500 kirkjubygningar lagdir í oyði bara í statinum Plateau.

Nigeria er fólkaríkasta landið í Afrika. Har búgva næstan 200 milliónir fólk, og landið er býtt upp í 36 statir. Umleið helvtin eru kristin (mest sunnanfyri), og umleið helvtin eru muslimar (mest norðanfyri).

 

Kelda: Barnabas-grunnurin

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina