Messianskur felagsskapur fyri lívi biðir ísraelsku stjórnina broyta kós

Ísraelski felagsskapurin Be’ad Chaim (“fyri lívi”) heitti herfyri á ísraelsku stjórnina um at steðga stuðlinum til fosturtøkur í sambandi við samráðingarnar um játtanina til heilsumál í 2019. Samstundis eggjaði felagsskapurin kristnum til at biðja fyri einum positivum aftursvari til átakið.

Felagsskapurin sendi í desember mánaði eitt bræv til ráðharrar og embætisfólk, sum eru við til at tilluta játtanir á fíggjarætlanini fyri heilsumál. Av játtanini til heilsumál eru 50 milliónir sjeklar – næstan 100 milliónir krónur – avsettar til fosturtøkuøkið. Í brævinum skundaðu tey undir eina broyting í fíggingini av fosturtøkum.

Tær mongu milliónirnar, sum eru avsettar til fosturtøkur, verða goldnar av ísraelskum borgarum gjøgnum skattin. Mett verður, at ein skurðfosturtøka kostar umleið 5.500 krónur, og ein tablett, sum steðgar graviditetinum, kostar millum 2.500 og 3.300 krónur.

– Tá eg hoyrdi, at Heilsumálaráðið verður skorið við 40 milliónum sjeklum, helt eg tað vera eitt gott høvi at gera vart við eitt mál, sum hevur knúst mítt hjarta í mong ár”, skrivaði leiðarin fyri Be’ad Chaim Sandy Shoshani í einum almennum brævi til stjórnarembætisfólk, íroknað forsætisráðharran Benjamin Netanyahu.

LES EISINI  Kjak um mannavirði fráverandi

Umleið 20.000 lógligar fosturtøkur vórðu framdar í Ísrael í fjør, og í fíggjarætlanini hjá Heilsumálaráðnum kostar tað 49 milliónir sjeklar um árið. – Vit vita, at vit ikki kunnu steðga fosturtøkum í Ísrael, men vit biðja um, at stjórnin ikki rindar fyri hvørja einastu av teimum”, sigur Karin Miller, verkætlanarleiðari í Be’ad Chaim. ”Vit eggja teimum til at krevja av kvinnum, sum vilja hava fosturtøku, undir serligum umstøðum at rinda sjálvar, so peningurin ikki verður tikin av heilsufíggjarætlanini.” Hon sigur, at um so var, hevði talið á fosturtøkum sannlíkt fallið.

Sambært lóg fáa kvinnuligir hermenn, sum tæna í ísraelsku verjuni, upp til tvær ókeypis fosturtøkur, og kvinnur yngri enn 18 ár, eldri enn 40 ár ella stakar hava sama rætt. Men meira enn helvtin av kvinnunum, sum fingu fosturtøku góðkenda í fjør, hoyra ikki til hesar bólkar. Í roynd og veru vóru 56 prosent giftar.

Be’ad Chaim vísir á, at samstundis sum Ísrael nýtir milliónir til fosturtøkur, eru sjúkrahúsini á tremur, og fólk við torgreiddum sjúkum fáa ikki játtan frá trygging síni til læknaávísing sína.

LES EISINI  Norðurírsk jarðarmóðir: - Hevði sagt upp, um eg varð noydd at vera við til eina fosturtøku

Be’ad Chaim arbeiðir eisini fyri at stuðla kvinnum, sum gera av at eiga barn sítt. Tey veita mammum fíggjarligan stuðul í eitt ár eftir føðing, smábarnaútgerð, blæur, klæði og annað. Eisini bjóða tey ókeypis skeið um at vera foreldur, eins og tey arbeiða saman við herbergum fyri kvinnur við barn, sum eru í lívsvanda, tí tær gjørdust við barn.

Sambært stjórnini verður ein fosturtøka framd í Ísrael fyri hvørjar tíggju føðingar.

 

Kelda: Kehila News

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina